Verkstaðið
Í Steigastovu hava vit verkstaðið. Tað er Elin Gudmundsen, sum hevur ábyrgdina av verkstaðnum. Verkstaðið er opið fyrrapartar, tó undantikið mikudagar. Hvønn týsdag er ein bólkur av børnum frá Sanda, Bakka og Giljastovu á verkstaðnum, har virksemið er skipað. Hinar dagarnar stendur tað børnunum frítt at fara á verkstaðið og gera eitthvørt kreativt.