Vælkomin til Sóljugarð
Sóljugarður er ein kommunalur dagstovnur undir Vága kommunu. Stovnurin liggur í Sandavági, mitt í bygdini, við sera vakrari náttúru rundanum. Her er bæði á, viðalund, sandur og fótbóltsvøllur beint við. Eisini hava vit ein deiligan stóran garð, har børnini hava góðar møguleikar at røra seg. Umframt reiggjur, skreiðibreyt og sandkassar, hava vit eisini eina steinsetta á og nógvan bø, har tað náttúrliga lendið er varveitt.
Sjálvur stovnurin varð bygdur í 2003. Síðan er gamla Føroya banka húsið komið afturat og í 2009 varð bygt eitt nýtt hús afturat við tveimum vøggustovum. Sostatt heldur stovnurin, í dag, til í trimum húsum. Í høvuðsbygninginum eru tríggjar barnagarðsstovur og ein verkstaður, sum fyrr var ein vøggustova. Í gamla Føroya banka húsinum er ein stova við teimum 6 ára gomlu og í nýggja bygninginum eru tvær vøggustovur.