Bg
  • Heim
  • Um okkum
    • Vælkomin í Sóljugarð
    • Foreldraráðið
    • Starvsfólk
  • Stovurnar
    • Nesastova
    • Sarpastova
    • Giljastova
    • Bakkastova
    • Sóljustova
    • Sandastova
    • Steigastova (Verkstaðið)
  • Námsfrøðilig mál
    • Persónligir førleikar
    • Sosialir førleikar
    • Mál og samskifti
    • Heilsa og rørsla
    • Skapandi evni
    • Náttúra og umhvørvi
    • Siðir og mentan
  • Námsfrøði
    • Virðisgrundarlag
    • Spornámsfrøði
    • Ársætlan
    • Ársyvirskrift
    • Verkætlarnir
    • Lise Ahlman
    • Stig fyri stig
    • Fri for mobberi
    • Kostpolitikkur
    • Barna- og læruáskoðan
  • Mannagongdir
    • Foreldragjald
    • Innskrivingarblað
    • Frípláss
  • Persónligir førleikar
  • Sosialir førleikar
  • Mál og samskifti
  • Heilsa og rørsla
  • Skapandi evni
  • Náttúra og umhvørvi
  • Siðir og mentan
Barnið sum partur av felagsskapinum
Vit vilja virka fyri:
At børnini í Sóljugarði kenna seg sum ein part av felagsskapinum.
 
At børnini verða stuðlað í sínum samskifti, spæli, í at knýta vinarbond og í at hjálpa hvørjum øðrum.
 
At børnini uppliva, at rúm er fyri, at tey eru ymisk.
 
At tey kenna síni egnu mørk og virða mørkini hjá hinum.
 
                                                                                                                                                       
 
Hetta vilja vit gera við at:
 
0-2 ár
Vit taka væl ímóti barninum, vísa gleði við at síggja tað. Vit geva børnunum felags upplivingar. Vit sita saman við borðið, meðan vit eta. Vit seta okkum niður á gólvið saman við børnunum og t.d. spæla, syngja og siga frá søgum. Vit hava eina felags sangløtu fyri øll børnini í Sóljugarði. Vit stuðla barninum í at spæla við hini børnini og við samskiftinum. Vit seta orð á, tá ið onkur fær ilt, grætur, flennir o.s.fr.
 
3-4 ár
Vit eru tilvitað um vinarløg. Vit stuðla børnunum í spæli teirra og skapa umstøður, soleiðis at børnini kunnu spæla spøl, har tey hava ymiskar leiklutir. Vit hava “runding”, har vit tosa um ymiskt, og børnini hava møguleika fyri at koma við tí, sum tey hava upp á hjarta. Vit læra børnini eisini at “hoyra” mótpartin í ósemjum. Vit gera ymiskt saman, í smærri og størri bólkum, inni og úti. Vit arbeiða við at fyribyrgja happing.
 
 
5-7 ár
Vit geva børnunum møguleika fyri at spæla spøl við reglum. Stuðla teimum í at fylgja ávísum reglum og teimum treytum, sum verða kravdar av  teimum. T.d. at vinna ella tapa. Vit stuðla barninum í at taka ábyrgd fyri sær sjálvum og sínum gerðum. T.d. sjálvi at loysa ósemjur. Vit arbeiða við “Stig fyri stig”.
 
 
Hvønn týdning hevur hetta fyri barnið:

 
Barnið lærir sosialar spælireglur – At bíða eftir tørni, at laga seg eftir øðrum, at samstarva. Lærir at tulka reglur fyri samskifti, at loysa ósemjur og at samráðast. Lærir at knýta vinarbond. Barnið lærir empati – at seta seg inn í støðuna hjá einum øðrum. At avlesa andlitsbrá og kropsmál og at lurta eftir øðrum. Barnið lærir at møta teimum avbjóðingum, sum liggja fyri framman í lívinum. Barnið fær eina kenslu av at hoyra til.
Hammershaimbsvegur 9  -  360 Sandavágur  -  Tlf: 344450  -  Teldupostur: soljugardur@vaga.fo