12.7.2023

Vit mangla ein varaleiðara

Varaleiðari til Sóljugarð.

Við hægstu normering í landinum, hava vit møguleika fyri at veita bestu tænastu til barnafamiljuna í nútíðarsamfelagnum.

 

Vit søkja eftir einumágrýtnum, kveikjandi og ábyrgdarfullum varaleiðara, sum saman við leiðaranum,vil ganga fremst og menna stovnin, har námsfrøði, menning, nærvera og trivnaðurmillum børn, foreldur og starvsfólk hevur hægstu raðfesting.

 

Starvið

 

Sum varaleiðari í Sóljugarði, hevur tú møguleika, at gerast partur av einum stovni í menning, ogseta tín dám og tína ávirkan á námsfrøðiligu kósina, saman við okkum. Tú færtbæði leiðslu uppgávur, umsitingarligar og námsfrøðiligar uppgávur.

 

 

Vit kunnu bjóða tær

•         Ein gerandisdag, har ongin dagur er eins, men har tú hevur møguleika fyri at seta tín dám á, við tínari persónligheit, tínum førleikum og royndum.

•         At gerast partur av einum umhvørvi, har tað er pláss fyri nýskapan og har tú kanst vera við til at víðari menna stovnin.

•         Góðar møguleikar fyri persónligari og fakligari menning.

•         Eitt áhugavert arbeiðspláss, við dugnaligum starvsfólkum, har trivnaður og faklig menning hevur høga raðfesting.

 

 

Vit vænta av tær, at tú:

•         Er útbúgvin námsfrøðingur við royndum á námsfrøðiliga økinum.

•         Hevur ynski um at taka leiðsluábyrgd og ganga á odda í námsfrøðiliga arbeiðinum.

•         Hevur royndir við ymiskum toghaldara funktiónum.

•         Megnar at kveikja og leiða starvsfólk.

•         Megnar at arbeiða við námsfrøðiligari praksis og ganga á odda við at imlpementera námfrøðilig amboð, við virðing fyri barnaáskoðan og virðisgrundarlagi, sum eru viðtikin fyri barnaøkið í Vága kommunu.

•         Hevur eina breiða fakliga vitan um børn í 0 - 7 ár aldirnum.

•         Kann vegleiða og fylgja upp uppá børn við serligum avbjóðingum.

•         Er virkin í at tryggja eitt dámligt arbeiðspláss við einum góðum og sunnum arbeiðsumhvørvi.

•         Fyrst ogfremst brennir fyri at arbeiða við menninskum, torir at taka ábyrgd og skapa bestu karmarnar fyri námsfrøðiligari menning.

•         Hevur ein náttúrligan álitisskapandi og viðurkennandi leiðslustíl, men megnar at taka avgerðir, tá tað er neyðugt.

•         Hevur eina jaliga persónligheit og smittandi orku, sum kemur til sjóndar, á ein náttúrligan hátt, í samskiftinum við onnur menniskju.

 

 

 

Um Sóljugarð

 

Sóljugarður liggur í Sandavági, her starvast 27 fólk, stovnurin er normeraður til 30 vøggustovubørnog 65 barnagarðsbørn. Aftaná summarferiuna ganga 72 børn á stovninum. Vit hava 3 vøggustovur, 2 barnagarðsstovurog eina stovu til tey 6 ára gomlu.

 

Vágakommuna hevur avgjørt, at menna eitt dygdargott barnagarðstilboð í  kommununi og í hesum sambandið er eitt barnagarðstoymi skipað, sum hevur ábyrgd avat framtíðartryggja tænastustøðið, soleiðis at tað verður lættari at vera barn,foreldur og starvsfólk.

Til at leiða hesa tilgongd er eitt dygdartoymi sett til at hava fakligu leiðsluna ástovnunum.

 

Dygdartoymiðhevur ábyrgdina av at menna og samskipa eitt dygdargott, lærandi umhvørvi í Sóljugarði og tryggjar at tænastur og mannagongdir støðugt dagførast, mennast og vera samskift hóskandi í stovninum.

 

Hetta merkir, at tú kemur ikki at standa einsamallur, men verður stuðlaður og vegleiddur í tínum arbeiði og fakpersónligu menning.

 

Tú fært eisiniein mentor, sum skal tryggja tær eina góða byrjan har tú fær innlit ogvegleiðing um hvussu vit arbeiða í Sóljugarði. Alt hetta fært tú meira kunningum í innleiðsluskeiðnum, ið verður bjóða til øll nýggj starvsfólk.

 

Í Sóljugarði síggja vit tað sum okkara fremstu uppgávu, at skapa eina góða relatión við barnið og foreldrini, og vit skipa arbeiðið soleiðis, at tað hóskar til tørvin hjá tí einstaka barninum og familjum teirra. Arbeiði byggir á nærveru, tekur støðið í virðisprofilinum og barnaáskoðanini, sum er viðtikin. 

 

 

 

Vit hava niðurskrivað uppgávubýtið millum námsfrøðingar og hjálparfólk, so øll kenna sína uppgávu.

 

Arbeiði okkara tekur støðið í vitan og námsfrøðiligum tiltøkum, ið vit sjálvi hava ment, og eisini ognartikið uttanífrá. Hesi eru:

 

·        TÍTT,TRAS og ICDP

·        Spornámsfrøði

·        Betrivinir

·        Motorikvegleiðarar

·        Námsfrøðiligráðgeving

·        Dygdartoymi

·        Mentorskipan

·        Umhugsunarfundir

 

 

Tað er stuttligt at vera partur av Sóljugarði, bæði hjá stórum og smáum. Stovnurin er staðsettur mitt í Sandavágs bygd við sera vakrari náttúru rundanum.

 

Okkara ynski er at gerast ein burðardyggur dagstovnur, ið virðismetir náttúrunnar ringrás. Sum liður íhesum eru 14 høsnarungar fluttir inn í okkara stásiliga høsnarhús. Hønurnar eta matrestirnar og á henda hátt sleppa vit undan matspill. Vit uppliva, at tað er gott fyri børnini at at umgangast og hava umsorgan fyri djórum.  Eisini hava vit ein kálgarð, so børnini læra hvar tað ymiska kemur frá.

 

 

Ynskir tú at verða partur av hesum spennandi arbeiðsplássi, er bara at søkja. Vit gleða okkum til at hoyra frá tær.

 

Løn og setanartreytir:

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og KommunalaArbeiðsgevarafelagið.

Umsókn saman við prógvum, lívsgongdarlýsing, revsiváttan og møguligumviðmælum, skal sendast við teldupostitil vaga@vaga.fo ella við vanligum posti til Vága kommuna Hammershaimbsvegur 1 360 Sandavágur. Merk brævbjálvan ella teldupostin ”umsókn varaleiðari”.

Umsóknarfreistin er mánadagin 11. august 2023 kl. 12.00.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Helenu Skarðenni,leiðara, átlf. 794456. Eisini ert tú vælkomin at vitja heimasíðu okkara www.soljugardur.fo

No items found.

Onnur kunning