21.3.2024

Sóljugarður søkir eftir námsfrøðingum

Námsfrøðingar til Sóljugarð

Sóljugarður er ein stovnur við uml. 80 børnum mitt í Sandavági. Vit hava 3 vøggustovur við 10 børnum í hvørjari, 3 barnagarðsstovur við 10-15 børnum og eina stovu til tey 6 ára gomlu børnini.

Í Sóljugarið starvast um 30 dugnalig og íðin fólk. Okkara staðseting er tætt við sandin, ánna, fótbóltsvøllin, viðarlundina og aðrar perlur í Sandavági.

Sóljugarður er eitt livandi stað, har nærvera og spælandi børn eru ein týðandi partur av okkara námsfrøðiliga arbeiði.

Sum námsfrøðingur í Sóljugarið ert tú, saman við tínum starvsfelagum, við til at tryggja at námsfrøðiligu karmarnir eru góðir, og at skipa fyri innihaldsríkum gerandisdegi fyri børnini, har fyrst og fremst spæl og nærvera, útilív og góður trivnaður er ein týdningarmikil partur av okkara námsfrøðiliga arbeiði. Tú sleppur at leggja gerandisdagin til rættis, og fyrireika og endurskoða tað námsfrøðiliga arbeiði.

Arbeiðið samskipar tú saman við námsfrøðingi, hjálparfólkum og leiðaranum. Harumframt verður tú við til at menna, endurskoða, tillaga og seta tín dám á okkara virksemi.

Okkara styrki er, at vit arbeiða væl saman, eru hjálpsom, undrandi og vit hava tað stuttligt saman.

Vit leggja dent á:

Vit vænta at tú:

Hevur hug og hegni at skapa ein fjølbroyttan og mennandi dag, við virðing fyri tí einstaka barninum. At tú dugur at samstarva og at taka ábyrgd, so vit í felag fáa lyft námsfrøðiligu uppgávurnar. Og at tú ert fyrikomandi og hevur evni at samskifta virðiliga við foreldur, starvsfelagar og onnur.

Løn og setanartreytir:

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Søk her á vanganum við at senda umsókn saman við prógvum, lívsgongdarlýsing, revsiváttan og møguligum viðmælum ella við telduposti til vaga@vaga.fo ella við vanligum posti til Vága kommuna Hammershaimbsvegur 1 360 Sandavágur. Merk brævbjálvan ella teldupostin ”umsókn”.

Umsóknarfreistin er hósdagin 11. apríl 2024 við starvsbyrjan 1. mai og 12. august 2024 ella eftir nærri avtalu.

Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Janu Egholm, leiðara, á tlf. 794456 ella við at senda teldupost til jana@vaga.fo.

Um námsfrøðingur ikki søkir, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.

No items found.

Onnur kunning