Barna- og læruáskoðan

Barnaáskoðan

Øll børn í Vága kommunu skulu hava eitt gott barnalív. Eitt gott barnalív merkir, at hvørt einstakt barn kennir seg serstakt og sum part av tí góða felagsskapinum.
Til tess at røkka hesum skal einstaka barnið verða møtt við viðurkenning, og ymiskleikin skal síggjast sum ein styrki. Hvørt einstakt barn hevur rætt til at siga sína hugsan og skal hava møguleika til at hava ávirkan á egið lív, men tann vaksni hevur altíð ábyrgdina, av at barnsins besta verður framt í verki.

Vaksin, ið eru um børnini, eru fyrimyndir. Tí skal havast í huga, hvat verður sagt og gjørt.

Øll børn hava viðføddar førleikar og tað er í sambandi við onnur, bæði vaksin og børn, at barnið mennist. Henda myndin av tí ríka barninum skal, saman við undran, áhuga og forvitni hjá barninum, vera grundarlagið undir øllum námsfrøðiligum virksemi.

Spæl og læra eru samantvinnað. Tað er í spælinum at børnini gera sær royndir av avbjóðingum og upplivingum, ið tey fáa í gerandisdegnum. Tí er spæligleði ein týðandi liður í barnsins menning og læru. Avbjóðingin hjá vaksnum er at finna javnvágina millum at blanda seg uppí spælið, geva íblástur til spælið og at geva børnunum frið at spæla og menna sítt spæl. Tað er okkara uppgáva at fá spælið at vera ein náttúrligan part av tí skipaða virkseminum, ið byggir á menningarøkini í námsætlanini.

Sum starvsfólk er umráðandi at vit skapa eitt trygt og avbjóðandi umhvørvi, ið gevur børnunum møguleikar og íblástur til spæl og læru. Umhvørvið hevur skapandi vald, tí er neyðugt at vit hava eina støðutilvitan, at vit eru tøk og nærverandi í okkara arbeiði.

Foreldur/verjar eru høvuðspersónar í lívinum hjá børnunum, tí er tað sera umráðandi at vit hava eitt gott samstarv við øll foreldur/verjar. So at vit á besta hátt menta børnini til vælvirkandi samfelagsborgarar

Børnini skulu eggjast til at menna teirra sjálvstøðu og birtast skal upp undir teirra tolsemi, so tey í orði og verki sýna sínum medmenniskjum somu virðing, sum tey sjálvi ynskja at fáa. Børnini skulu stuðlast í at viðurkenna rættin hjá øðrum at hava aðra hugsan, enn tey sjálvi ella fjøldin hevur.

Læruáskoðan

Øll børn hava viðføddar førleikar og tað er í sambandi við onnur, bæði vaksin og børn, at barnið mennist.  Henda myndin av tí ríka barninum skal, saman við undran, áhuga og forvitni hjá barninum, vera grundarlagið undir øllum námsfrøðiligum virksemi.

Spæl og læra eru samantvinnað. Tað er í spælinum at børnini gera sær royndir av avbjóðingum og upplivingum, ið tey fáa í gerandisdegnum. Tí er spæligleði ein týðandi liður í barnsins menning og læru. Avbjóðingin hjá vaksnum er at finna javnvágina millum at blanda seg uppí spælið, geva íblástur til spælið og at geva børnunum frið at spæla og menna sítt spæl. Tað er okkara uppgáva at fá spælið at vera ein náttúrligan part av tí skipaða virkseminum, ið byggir á menningarøkini í námsætlanini.

Sum starvsfólk er umráðandi at vit skapa eitt trygt og avbjóðandi umhvørvi, ið gevur børnunum møguleikar og íblástur til spæl og læru. Umhvørvið hevur skapandi vald, tí er neyðugt at vit hava eina støðutilvitan, at vit eru tøk og nærverandi í okkara arbeiði.
Foreldur/verjar eru høvuðspersónar í lívinum hjá børnunum, tí er tað sera umráðandi at vit hava eitt gott samstarv við øll foreldur/verjar. So at vit á besta hátt menta børnini til vælvirkandi samfelagsborgarar.

Barna- og læruáskoðanin byggir á ST-barnarættindarsáttmálan, St-sáttmálin um rættindini hjá einstaklingum, ið bera brek, námsfrøðuligu stevnumiðini, námsfrøðiligu vangamyndini og felags virðisgrundarlagið hjá barnaøkinum í Vága kommunu.