Felags virðisgrundarlag

Virðisgrundarlagið byggir á virðisgrundarlagið hjá Vága kommunu. Virðini hjá Vága kommunu eru:

Lívsgleði – Samskifti – Framskygni

Virðini eru tey grundsjónarmið, sum Vága kommuna byggir á, og sum skapa tann hugburð, sum er grundarsteinurin undir øllum tí, vit gera. Virðini eru hjartað í Vága kommunu. Uppgávan hjá dagstovnunum í Vága kommunu er at menna og búgva børn til vælvirkandi menniskju og borgarar í samfelagnum.

Felags virðisgrundarlag fyri dagstovnarnar í Vága kommunu er:

Spæligleði - Samstarv - Viðurkenning

Spæligleði:

Spæligleði er ein grundleggjandi partur av tí at vera barn. Frá tí vit eru fødd, mennast okkara førleikar ígjøgnum spæl og rørslur. Við spæligleði meinast, at tað er gleðin í barnsins spæli, sum er drívmegin fyri barnsins menning. Her mennir barnið seg bæði rørsluliga og eisini málsliga, síni evnir til  bindindi og innlæring, sítt hugflog og sítt sosiala lív. Við at eygleiða og stuðla barninum í spæli, vilja vit skapa eitt trygt og mennandi umhvørvið á okkara dagstovnum, har børnini fáa nøkur heilsugóð, mennandi og spælandi barnaár. Spæligleði, sum barn, elvir til lívsgleði sum vaksin og nøgdsemi sum eldri.

Samstarv:

Samstarv merkir, at vit altíð vilja samstarv, so vit best møguligt kunnu tryggja ein  mennandi og stimbrandi dag á dagstovninum fyri hvørt einstakt barn.
Fyrst og fremst vilja vit samstarva við foreldrini, sum eiga og kenna børnini best, so dagurin verður so samanhangandi sum gjørligt.

Vit vilja eisini samstarva við Námsfrøðiligu ráðgevingina, Sernám, skúlan, aðrar fakbólkar og námsvísindadeildina á Setrinum, fyri altíð at fylgja við seinastu gransking, og halda okkara fakligu vitan dagførda.

Viðurkenning:

Børn hava heilt frá byrjan av ein grundleggjandi tørv á at kenna seg virðismett og avhildin í relasjón við teirra næstu vaksnu. Viðurkenning styrkir upplivingina av at kenna seg sæddan, hoyrdan og fataðan. Vit vilja skapa eitt umhvørvi, sum er merkt av viðurkenning og lurtandi vaksnum, har børnini eru virkin í egnari menning og læru, har tey kenna grundleggjandi tryggleika og fáa dirvi til nýggjar avbjóðingar. Eitt umhvørvið har børnini fáa møguleikar, at menna atburð og førleikar, sum ger, at tey kunnu liva og handfara lívsumstøður í framtíðarsamfelagnum.