Námsfrøðilig amboð

Spor námsfrøðiVerkætlanirLise AhlmanStig fyri stigBetri vinir

Spor námsfrøði

Sporpedagogikkur og viðurkennandi námsfrøði er tað, sum hugtekur okkum.

Námsfrøðiliga uppgávan er at, stuðla barninum í at menna ein samanhang ímillum ymiskar frásagnir um seg sjálvan og umheimin, og at stuðla barninum í at menna yvirvág av jaligum frásagnum, soleiðis at barnið mennir eina jaliga  sjálvsfatan og upplivir, at verðin er eitt gott stað at vera.

Í Sóljugarði vilja vit arbeiða út frá Spor námsfrøði, sum tekur støði í, at handla viðurkennandi og at seta fokus á frásagnir hjá børnunum. Spor námsfrøði, sum byggir á D.I.B (Den Integrerede baggrund), roynir at skapa ein inkluderandi og integrerandi pedagogik, har meiningin og týdningurin hjá tí einstaka barninum, integrerast í felags søgufrásagnir, spæl og virksemi hjá bólkinum og harvið integrereast í sosiala felagsskapin.

Øll sum arbeiða við børnum, arbeiða onkursvegna við sporum. Spor eru tekin, sum børn seta. Okkurt, sum tey eru serliga upptikin av, og vísa áhuga fyri. Okkurt, sum tey fortelja, tekna ella samla uppá. Tað er munur á, hvussu tú viðger hesi sporini, og hvønn týdning tú gevur teimum.

Spor námsfrøði er:
At síggja tað einstaka barni.
At síggja samspælið og læringina ímillum børnini.
At skapa karmar, sum geva børnunum rúm til fordjúpan.
At geva sær tíð til at lurta eftir børnunum.
At geva sær stundir til, at fordjúpa seg, saman við børnunum.

Sporkuffert

Sum ein partur av okkara sporpedagogikki, hava vit skaffa kuffert til øll børnini í Sóljugarði. Hesi kuffertini skulu brúkast til at samla spor, sum børnini seta eftir seg, líka frá fyrsta degi, tey koma í Sóljugarð til tey fara úr. Tað fyrsta sporið hava børnini við sær heimanífrá.

Hettta brævið liggur í kuffertinum, tá børnini byrja í Sóljugarði:

Góðu foreldur !
Hetta er spor-kuffertið hjá barni tínum. Hetta kuffertið skal brúkast til at goyma spor, sum títt barn setir eftir seg.

Hvat er eitt spor ?


Spor eru tekin sum børn seta. Okkurt, sum tey eru serliga upptikin av, og vísa áhuga fyri. Okkurt, sum tey fortelja, tekna ella samla uppá. Øll, sum hava við børn at gera, arbeiða onkursvegna við sporum, men munur er á, hvussu tú viðger hesi sporini, og hvønn týdning tú gevur teimum.

Vit stremba eftir at finna sporini hjá hvørjum barni sær. Soleiðis, at vit á besta hátt kunna stuðla barninum í menningini.

Tit skulu geva okkum eina mynd av sporinum, sum barnið hevur heimani frá, sum vit leggja í kuffertið. Aftaná myndini skulu tit skriva dagfesting og eina stutta frágreiðing. Kuffertið kemur at standa á eini hyll í stovuni her. Vit fara at samla spor, soleiðis at kuffertið fer at innihalda spor, sum barnið hevur sett eftir seg gjøgnum sína tíð her í Sóljugarði. Kuffertið fylgir barninum tá tað flytur stovu og tá barnið gevst í Sóljugarði fylgir kuffertið við heim.


At arbeiða við verkætlanum

Vit arbeiða, av og á, við verkætlanum, har børnini fáa møguleika fyri at fordjúpa seg í einum evni, sum hugtekur tey.  Børnini læra mest við at takast við tað, sum hugtekur tey. Vit vaksnu kunna tilføra nýggja vitan og vit kunna eisini skapa umstøður, so børnini kunna læra av hvørjum øðrum. Vit síggja barnið, sum ein, sum vil og kann. Og sum hevur evnir og hug til at læra og mennast. Tá vit arbeiða í verkætlanum, leggja vit upp til, at bæði børn og vaksin aktivt taka lut.


Lise Ahlman

Innlært hjálparloysi

Vit arbeiða eftir tí áskoðan, at børn eru fødd við eini røð av førleikum, sum teirra menning byggir uppá. Tí eru børn aktivt við til at skapa teirra egnu menning. Heilt frá byrjan av eru børn sosial individ, sum søkja samspæl við onnur.

Hesum heuvr Lise Ahlman granska í, skriva bøkur um og gjørt video upptøkur av. Og er tað hennara tilfar, sum vit arbeiða útfrá. Hon kallar tað "Innlært hjálparloysi", tá børn ikki verða tikin við í tá, eitt nú blæðan skal skiftast, tey skulu lata seg í klæðir, ella til eina máltíð.

Í vøggustovunum eru tað nógvar praktiskar uppgávur. Og ofta er tað nógv at gera, tí er tað vandi fyri, at tær praktisku uppgávurnar verða gjørdar so skjóttt og effektivt, sum gjørligt. Men tað er sera týdningarmikið fyri børnini, at tey verða tikin við í øllum aktivitetum. Um tey ikki verða tað, verða tey passiv og verða snýtt fyri praktiskari læring, samspæli og menning.

Tá vaksin forvanta at smá børn eru hjálparleys, ger tað, at tey vaksnu ikki duga at síggja teir førleikarnar, sum børnini longu hava ella eru í ferð við at læra. Tá børnini royna at peila seg inn á, hvat tey vaksnu vanta av teimum, ella ikki vanta, verða tey fastlæst í teirra egna hjálparloysi. Tá verða børnini passivir lutir, sum móttaka umsorgan.

Tað er góð umsorgan, tá børnini sjálvi duga. Tí skulu tey verða tikin við, sum aktivir viðspælarar, tá blæðan skal skiftast, tey skulu lata seg í klæðir osv. Tað er í  samstarvinum millum børn og vaksin, at tann vaksni kann  skapa eitt gott tilknýti og tryggleika, sum gevur barninum hug og mót til at møta níggjum avbjóðingum.

Børnini hava tørv á at verða stuðlað av okkum. Okkara troyst, uppmuntran, góðkenning, íblástri, hjálp til at loysa tvístøður, at tosa við, fáa svar frá, líka sum tey eisini hava tørv á tryggleika, nærleika, fysiskari kontakt og stuðli, frá okkum vaksnu. Alt hetta hava tey tørv á fyri, at hava dirvi til at læra seg nakað nýtt og royna nýggj mørk.

Um vit skulu kenna teirra tørv, mugu vit geva okkum stundir til at vera nærverandi. Til virkuliga at lurta, fara niður í barnahædd, síggja tey smáu signalini. Vit vaksnu kunna hava lindi til, at halda okkum vita, hvat børnini hava tørv á og koma tí til at svara fyri tey av og á. Serliga um vit skula skunda okkum.

Sjálvbjargin børn er ikki eitt mál í sær sjálvum. Men tað, sum hevur týdning ar, at vit eru felags um nakað, at børnini kenna seg sædd og kenna at tey hava ávirkan á sítt egna lív. At tey verða viðurkend við øllum sínum kenslum og førleikum. Ella bara verða viðurkend fyri tað, sum tey eru.

Hetta er tað, sum vit arbeiða við. Okkara mál er at børnini skulu verða aktivir luttakarar í teirra egna lívi. Hetta verður gjørt við at vit finna fram til arbeiðsháttir, sum inndraga børnini. Vit royna nýggjar mátar at gera tey praktisku tingini uppá og raðfesta tíðina, saman við børnunum, heldur enn at raðfesta skjótleika.


Stig fyri stig

Stig fyri Stig gevur børnunum nøkur amboð og nakrar sosialar førleikar, sum tey kunnu brúka saman við øðrum børnum og til sín sjálvs.

Vit nýta "Stig fyri stig" til børnini, sum ganga í Sóljustovu.

Tilfarið er býtt upp í trý høvuðsøki:

Empati.

Børnini læra um kenslur og mátar at skilja hvønn annan.

Impulstamarhald og at loysa trupulleikar.

Børnini læra nýggjar mátar at loysa trupulleikar og tey venja nýggjar førleikar, sum eitt nú at biða um umbering, at bróta fólkaliga av og at fáa nýggjar vinir.

Sjálvstamarhald.

Børnini læra at handfara sína vreiði uppá ein máta, sum ikki særir onnur.

Vit fara støðugt at kunna tykkum um Stig fyri Stig og teir ymisku førleikarnar, sum børnini venja.

Tit eru altíð vælkomin at seta tykkum í samband við okkum, um tit hava spurningar um Stig fyri Stig


Betri vinir

"betri Vinir" er tilfar, sum fyribyrgir happing. Hetta er eitt námsfrøðiligt amboð, sum vit brúka til at stuðla børnunum í teirra vinskapum og í trivnaðinum.

Betri vinir er ein fyribyrgjandi verkætlan ímóti happing. Tilfarið er ætlað til 0-9 ára gomul børn, fakfólk og foreldur. Barnabati stendur fyri verkætlanini, í samstarv við Mary Fonden og Red Barnet.

Tilfarið er samansett av námsfrøðiligum amboðum, sum gera tað lættari at styrkja barnafelagsskapin og fyribyrgja happing.
Betri vinir er grundað á eina nýggja fatan av happing, sum tekur støði í virðunum tolsemi, virðing, umsorgan og dirvi.

https://www.barnabati.fo/betri-vinir/

Fimm ráð til foreldur (0-3 ár)

Børnum tørvar góðar vinir, so at tey trívast og menna seg jaliga.Tá ið børn, heilt frá byrjan, læra, hvussu tey kunnu vera góðir vinir, fyribyrgja vit samstundis happing seinni. Sum foreldur kanst tú vera við at varðveita tað góða huglagið í vøggustovuni/dagrøktini.Tú ert týdningarmesta fyrimyndin hjá barni tínum, og vit vita, at tá ið foreldur stuðla felagsskapinum, so sæst tað aftur í mátanum, sum børnini eru saman uppá.

Soleiðis hjálpir tú at fyribyrgja happing
Vit hava tí gjørt fimm góð ráð, hvussu tú sum foreldur kanst vera við at tryggja, at øll børn – eisini títt barn – kenna seg sum ein part av felagsskapinum.

  1. Eggja barni tínum at spæla við øll børnini í vøggustovuni/dagrøktini.
    Barn títt lærir nógv, tá ið tað spælir við ymisk børn.Tá ið tú eggjar barni tínum at hava áhuga fyri øllum børnum, so ert tú samstundis við at tryggja, at øll børn hava onkran at spæla við og harvið fáa eitt pláss í felagsskapinum.
  2. Tosa pent um og við hini børnini í vøggustovuni/dagrøktini og somuleiðis við og um foreldur teirra og starvsfólk
    Neilig orð um onnur børn og vaksin gerast skjótt til illvilja í tínum barni. Hjálp heldur barni tínum at vera jaligt og opið mótvegis øllum. Sigur tú t.d. “hey” við øll børn og vaksin, tá ið tú kemur við og eftir tínum barni? Veitst tú, hvussu hini børnini eita?
  3. Tak væl ímóti nýggjum børnum í stovuni ella í dagrøktini.
    Av og á koma nýggj børn í stovuna ella í dagrøktina. Hjá nýggjum børnum og foreldrum teirra hevur tað nógv at siga, at tey kenna seg vælkomnan. Minst tí til at heilsa og bjóða teimum væl- komnum, eisini um barn títt skal víðari í barnagarð.
  4. Eggja barni tínum at siga frá og at hjálpa og verja vinfólk.
    Børn, sum ikki eru partur av barnahópinum, hava brúk fyri einum sindri av hjálp frá einum vini. Børn, ið hjálpa, troysta og verja onnur, merkja, at tey verða errin av hesum.
  5. Ver opin og jalig/ur, tá ið onnur foreldur fortelja um trupulleikar hjá sínum barni.
    Tað kann vera torført at fortelja øðrum, at eins barn hevur trupulleikar í vøggustovuni ella í dagrøktini og tí t.d. tørvar eyka hjálp.Tað er lættari, um onnur foreldur lurta eftir.

Sjey ráð til foreldur (3-9 ár)

Sum foreldur hava vit stóra ávirkan á trivnað hjá børnum – eisini hóast vit ikki eru til staðar kropsliga. 

Heima við døgurðaborðið eru vit jú við til at seta dám á lagið og mentanina í barnagarðinum og skúlanum. Tí er tað týdningarmikið, at foreldur taka samábyrgd og eru áhugað í øllum barnabólkinum og ikki bara okkara egnu børnum.

Soleiðis hjálpir tú at fyribyrgja happing

Um mann fylgir ráðunum hjá Betri vinir – og gjarna kjakast um tey í foreldrabólkinum – er mann væl á veg til at tryggja ein góðan barnafelagsskap, har rúm er fyri øllum børnum.

  1. Eggja barni tínum at spæla við ymisk børn, bæði í barnagarðinum og í frítíðini. Tað styrkir og fyribyrgir happing í felagsskapinum hjá børnunum, tá ið tey kenna hvønn annan tvørtur um stovur og aldur.Tá ið tú leggur eyka orku í at gera avtalur við øll – eisini tey, sum barn títt ikki plagar at spæla við – so ert tú við til at tryggja, at øll børn fáa eitt pláss í felags- skapinum.
  2. Tosa pent um og við onnur børn, foreldur teirra og um starvsfólkini. Børnini gera sum foreldrini, og um tú er jalig/ur, tá ið talan er um barnagarðin, pedagogarnar, vinirnar og teirra foreldur, so fer barn títt eisini at verða tað. Sig t.d. hey við øll – bæði børn og vaksin – tá ið tú kemur við og eftir barni tínum, og lær teg nøvnini hjá vinunum.
  3. Skipa fyri felagstiltøkum fyri øll. Føðingardagar hava nógv at siga fyri børnunum.Tað er skuffandi hjá tí barni, sum ikki verður bjóðað við, og hjá tí barni, sum ikki fær nakrar føðingardagsgestir. Leggið orku í at bjóða allari stovuni – ella allar gentur ella allar dreingir – tá ið tit halda føðingardag ella hava onnur tiltøk, og berið so í bandi, at barn tykkara kann fara, tá ið onnur bjóða.
  4. Hjálp barni tínum at bera seg rætt at, um ein vinur er fyri onkrum órættvísum. Børn, sum ikki eru partur av barnahópinum, hava brúk fyri einum sindri av hjálp frá einum vini. Børn, ið hjálpa, troysta og verja onnur, merkja, at tey verða errin av hesum.
  5. Vís áhuga fyri talgilda lívinum hjá barni tínum. Børn vita, hvussu tey skulu bera seg at við miðlum, men skilja teir ikki altíð.Tí tørvar teimum vegleiðing frá teimum vaksnu. Ver forvitin og spæl við – og tosa við barn títt um, hvussu vit eisini í talgilda heiminum skulu vísa fyrilit fyri øðrum.
  6. Spyr, um barn títt er kett av onkrum. Viðurkenn kenslurnar hjá barni tínum, men minst eisini til, at tað eru fleiri síður av somu søk.Hjálp barni tínum at hugsa, um onnur børn kanska hava upplivað ta somu ósemjuna øðrvísi, og tosa kanska við onnur foreldur, ein lærara ella pedagog, áðrenn tú gert nakað viðvíkjandi eini ósemju.
  7. Ver opin og jalig/ur, um onnur fortelja tær um avbjóðingar hjá sínum barni. Tað kann vera torført at fortelja øðrum, at eins barn hevur trupulleikar í vøggustovuni ella í dagrøktini og tí t.d. tørvar eyka hjálp.Tað er lættari, um onnur foreldur lurta eftir.