Sóljugarður

Sóljugarður er ein kommunalur dagstovnur undir Vága kommunu. Stovnurin liggur í Sandavági, mitt í bygdini, við sera vakrari náttúru rundanum. Her er bæði á, viðalund, sandur og fótbóltsvøllur beint við. Eisini hava vit ein deiligan stóran garð, har børnini hava góðar møguleikar at røra seg. Umframt reiggjur, skreiðibreyt og sandkassar, hava vit eisini eina steinsetta á og nógvan bø, har tað náttúrliga lendið er varveitt.

Sjálvur stovnurin varð bygdur í 2003. Síðan er gamla Føroya banka húsið komið afturat og í 2009 varð bygt eitt nýtt hús afturat við tveimum vøggustovum. Sostatt heldur stovnurin, í dag, til í trimum húsum. Í høvuðsbygninginum eru tríggjar barnagarðsstovur og ein vøggustova. Í gamla Føroya banka húsinum er ein stova við teimum 6 ára gomlu og í nýggja bygninginum eru tvær vøggustovur.


Til foreldur

Upplatingartíðir

Sóljugarður hevur vanliga opið millum kl. 07.00-17.00.

Tó so møtir fyrsta vakt vanliga kl. 7.30 og síðsta vakt er til kl. 16.30.

Um tit hava tørv fyri ansing áðren kl. 7.30 og aftaná kl. 16.30, skulu tit boða frá á stovuni, dagin fyri.

Frídagar

25. apríl - Flaggdagur
5. juni - Grundlógardagin frá kl. 12.00
28. juli - Ólavsøkuaftan frá kl. 12.00
29. juli - Ólavsøkudag
24. desember - Jólaaftan
31. desember - Nýggjársaftan
og annars allir halgidagar

Stovnurin er stongdur millum jól og nýggjár og 4 vikur í summarferiuni.

Ráðleggingardagur

Stovnurin hevur tveir ráðleggingardagar um árið, Ein um vári, sum í 2024 er 24. apríl, og ein er um heystið, sum í 2024 er 8. november. Hesar dagar er stovnurin stongdur.

Kostur

Børnini skulu hava matpakka við. Matpakkin skal vera sunnur og mettandi matur. Fyrrapartin fáa børnini frukt frá stovninum. Góðgæti og tílíkt skulu børnini ikki hava við. Mjólk fáa tey frá stovninum.

Minnist til at seta navn á matpakkan.

Millummála fáa børnini frá stovninum. Vit leggja okkum eftir at geva børnunum ein heilsugóðan kost.

Stovnurin hevur eina matarskipan, har børnini, hvønn mánadag fáa breyð við viðskera. Kostnaðurin er kr. 300,- fyri hálvárið. Um foreldur melda barnið til matarskipanina, verður gjaldið trekt saman við stovnsgjaldinum.


Tá barnið hevur føðingardag eru tit vælkomin at gera okkurt serligt. Avtalið hetta við stovuna í góðari tíð.

Frípláss

Um søkt verður um frípláss til barnið, verður tað gjørt ígjøgnum barnaverndina, men er talan um fíggjarligt frípláss, skal søkjast gjøgnum kommununa og fríplássið verður tá roknað eftir inntøkugrundarlagnum árið fyri, ella um inntøkan broytist munandi í árinum. Umsóknarblað er at fáa á Heimasíðuni hjá kommununi.

Um barnið gevst

Uppsagnartíðin er 1 mánaður til ein fyrsta. Skal gerast skrivliga til leiðaran ella kommununa.

Foreldraráðið á stovninum

Valt verður eitt foreldraráð við trimum til fimm umboðum. Endamál foreldraráðsins er at geva leiðaranum ráð og vegleiðing. Ráðið skal arbeiða fyri at bøta og styrkja um samstarvið ímillum foreldur, stovnin og kommununa.

Vága kommuna er hægsti myndugleiki, har Sóljugarður hoyrir undir trivnaðarnevndina.
Eru tit ónøgd við avgerðir/reglugerðir, sum eru gjørdar í Sóljugarði, hava tit rætt til at kæra til trivnaðarnevndina.

Dulnevnd brøv verða ikki viðgjørd men latin til annan myndugleika.

Tagnarskylda

Fáa starvsfólk upplýsingar um viðurskifti, ið snúgva seg um børnini ella heim tykkara, hava starvsfólkini tagnarskyldu
sambært ásetingunum í fyrisitingarlógini.

Tá ið børnini koma og fara

Minnist altíð til at siga einum starvsfólki frá, tá barnið er komið, og tá barnið fer heim. Við hesum tryggja vit okkum, at øll verða væl móttikin, sædd og at eingin ivi er í, hvør er komin ella farin.

Tá ið barnið byrjar í Sóljugarði

Tað er týdningarmiki, at barnið fær eina góða byrjan á stovninum, so tað kennir seg trygt og kemur at trívast. Vit hava eina innkoyringarætlan fyri vøggustovubørn og eina fyri barnagarðsbørn. Tá børnini byrja í vøggustovu, skulu foreldrini seta 14 dagar av til innkoyring og tá tey byrja í barnagarðsstovu, skulu foreldrini seta eina viku av til innkoyring.

Uppmøting/Frávera

Sigið frá áðrenn kl. 9.30, um barnið er sjúkt, heldur frí, ella kemur seinni enn vanligt. Hava tit ikki boðað frá áðrenn kl. 9.30, ganga vit út frá at barnið ikki kemur.

Um barnið hevur frí, kunnu tit senda sms-boð. Um barnið kemur seinni enn vanligt, er neyðugt at ringja til stovuna og gera eina avtalu um nær barnið so kemur.

Hálvdagsbørn:

Fyrraparts børn skulu heintast í seinasta lagi kl. 12.15
Seinnaparts børn skulu koma kl. 12.45 og skulu tá hava etið.

Tá ið barnið er sjúkt

Vit hava ikki umstøður at taka ímóti sjúkum børnum. Barnið skal vera frískt og skal kunna vera við í øllum vanligum virksemi, uttan at hava tørv á serligari ansing.

Vanliga geva vit ikki børnum heilivág á stovninum, uttan so, at tað er lívsneyðugt, ella tá talan er um eina varandi sjúku.
Sí annars vegleiðingina hjá okkum viðvíkjandi barnasjúkum.

Leikur

Vit átaka okkum ikki ábyrgdina av leikum, sum børnini hava við á stovnin.

Frítíð

Barnið skal halda summarfrí í 4 vikur.

Klæðir

Børnini eiga at hava skiftiklæðir, heit útiklæðir, regnklæðir, góðan fótbúna og gummistivlar við. Tað hevur stóran týdning, at børnini hava klæðir, sum hóska til tað skiftandi føroyska veðurlagið. Børnini skulu eisini hava blæður við.

Foreldur hava ábyrgd av at skiftiklæðir altíð eru tøk. Hvønn fríggjadag skal skápið tømast, vegna reingerð. Navn skal standa á klæðunum og á fótbúnaðinum.

Gott samstarv

Tað er týdningarmikið, at allir partar arbeiða fram ímóti einum góðum samstarvi. Uppbyggjandi kritikkur og góð hugskot eru altíð kærkomin.

Børn við serligum tørvi

Børn við serligum tørvi koma framum, um bíðilisti er, men bara í teimum førum, har Bvt hevur viðmælt tí.

Um barn tykkara tørvar eyka stimbran, er umráðandi, at vit tosa saman, so at allir partar kunnu vera við til at nøkta tørvin og harvið stuðla menningini hjá barninum.

Endamálið

Vit arbeiða samb. dagstovnalógini grein 2 og kunngerðini um virksemi o.a. á dagstovnum, frá 4. mai 2006, grein 3.

Grein 2 í dagstovnalógini:
Endamálið við námsfrøðiliga arbeiðinum á dagstovninum er:

Við umsorgan, í tryggum og barnavinarligum umhvørvi, at menna og menta børnini á fullgóðan hátt og í samvinnu við foreldrini at geva børnunum eina kristna og siðalagsliga uppaling,

At menna barnanna andsfrælsi, tollyndi, javnvirði og fólkaræði.

At búgva børnini til innlivan, samavgerð, samábyrgd, rættindi og skyldur í einum fólkaræðisligum samfelag.

At menna tey skapandi evnini hjá børnunum við atliti til at styrkja teirra samleika, sjálvsvirði, sjálvskenslu og evni til at taka sær av egnum viðuskiftum á ein friðarligan og samstarvandi hátt,

At tryggja børnunum eitt heilsugott og rørsluliga stimbrandi umhvørvi innandura og við uttanumøki, sum hóskar til barnsins aldur og førleika,

í samstarvi við heimini at styrkja um barnsins fjølbroyttu menning í tøttum samspæli við náttúruna.

Stk.2. Landsstýrismaðurin veitir kommununum ráðgeving og vegleiðing í námsfrøðiligum spurningum.

Kunngerð frá 2006, grein 3:

Stk. 1. Dagstovnurin eigur at seta orð á, hvørji námsfrøðilig mál eiga at vera nádd fyri hvønn aldursbólk av børnum, og hvussu hetta skal setast í verk.

Stk 3. Foreldur eiga at verða væl kunnað um dagliga virksemið.