Leiðreglur

KostpolitikkurInnkoyring av børnumSvøvnpolitikkurNær kann barnið koma á stovn eftir sjúku?Tá børn verða rakt av hjúnarskilnaðSorgarætlan

Kostpolitikkur

Okkara felags mál fyri sunn og virkin børn og rætningslinjur um kost í Sóljugarði.

Endamálið við okkara kostpolitikki er, at vit – bæði starvsfólk og foreldur – eru meira tilvitað um, hvat vit geva børnum okkara at eta, og um hvønn týdning kosturin hevur fyri at barnið mennist og trívist á besta hátt.

Tað hevur eisini nógv at siga í hvørjum umhvørvi máltiðin fer fram. Máltíðirnar eru ein týdningarmikil partur av okkara námsfrøðiliga arbeiði. Vit vilja skapa ein góðan stemning, har tað er rúm fyri einum hugnaligum práti.

Vit vilja, saman við foreldrunum, geva børnunum sunnar kostvanar, soleiðis at tey virkin og jalig megna at luttaka í gerandisdegnum.

Vit leggja okkum eftir at bjóða børnunum ein sunnan og mettandi millummála. Eins og vit heita á foreldrini um at geva børnunum ein sunnan og mettandi matpakka við. Góðgæti og tílíkt skulu børnini ikki hava við.

Fyrrarpartar fáa børnini bjóða frukt. Til millummála fáa børnini bjóða mat, sum groft breyð, grovkeks,  grønmeti, frukt, havragrýn, rísingreyt, groft pasta, súrgaða mjólk, og ymiskar suppir. Vit hava eina køkskonu, sum ger millummálan.

Vit bjóða børnunum mjólk og vatn afturvið matinum.

Mánadagar hava vit eina matarskipan, har børnini fáa breyð við viðskera. Tvs. at um foreldur ynskja hetta, meldað tey børnini til matarskipanina. Kostnaðurin er kr. 300 fyri hálvárið og gjaldið verður trekt saman við foreldragjaldinum í januar og september.

Í ávísum førum kann tað verða neyðugt at serlig atlit verða tikin til kostin. T.d um barnið hevur sukursjúku ella ovurviðkvæmi. Í tílíkum førum skulu vit hava eina læknaváttan.

Til merkisdagar er tað loyvt at baka kaku. Børnini eru vælkomin at bjóða eitthvørt á stovuni tá tey hava føðingardag. Vit heita á foreldur um at siga frá í góðari tíð - tvs. 2 dagar frammanundan. Hetta fyri at vit kunnu taka atlit til tey børnini, sum hava ovurviðkvæmi.

Innkoyring av børnum

Innkoyringarætlan

Foreldur skulu seta 2 vikur av til innkoyring,tá børn byrja í vøggustovuni í Sóljugarði.

 

Innkoyringin verður løgd nøkurlunda soleiðistilrættis:

 

Fyrsta vikan:

·       1. Og 2. Dagin eru foreldur ogbarn á vitjan í ein tíma, fyrrapartin.

·       3. Dagin eru foreldur og barná vitjan í ein tíma, og foreldur fer í 15 minuttir, so barnið fær roynt at vera uttan foreldur á stovuni.

·       4. Dagin eru foreldur og barná vitjan í ein tíma, og foreldur fer í 15 til 30 minuttir.

·       5. Dagin eru foreldur og barná vitjan ein tíma. Tit hava matpakka við, foreldrið fer í 30 minuttir og vitgeva barninum at eta.

 

Onnur vikan:

·       6. Dagin líka sum 5. Dagin.

·       7. Og 8. Dagin verður barniðavleverað, hevur matpakka við og vit ringja eftir foreldrinum tá barnið hevuretið og er skift.

·       9. Dagin sum 7. Og 8. Dagin,men vit leggja barnið at sova og ringja tá tað vaknar.

·       10. Verður sum ein vanligurdagur, tvs, sum 9. Dagin, vit ringja ikki, um tað ikki er neyðugt, tó skalbarnið heintast í seinasta lagi kl. 15.00

 

 

Síðan skulu dagarnir í byrjanini ikki verða ovlangir.

Innkoyringarætlan frá vøggustovu til barnagarðsstovu.

Foreldur skulu seta 1 viku av til innkoyring,tá børn flyta frá vøggustovu til barnagarðsstovu í Sóljugarði.

 

Innkoyringin verður løgd nøkurlunda soleiðistilrættis:

 

Fyrsta vikan:

·       1. Dagin eru foreldur og barná vitjan í ein tíma fyrrapartin.

 

·       2. Dagin eru foreldur og barná vitjan í tveir tímar og foreldur fer í 15-30 min., so barnið fær roynt atvera uttan foreldur á stovuni.

 

·        3. Og 4. Dagin verður barnið avleverað, hevurmatpakka við og foreldur heinta kl.12.

 

·       5. Dagin Verður sum einvanligur dagur, og barnið skal heintast í seinasta lagi kl. 15.

 

Síðan skulu dagarnir í byrjanini ikki verða ovlangir.

Innkoyringsætlan Tá nýggj børn byrja í barnagarðsstovu.

Foreldur skulu seta 1 viku av til innkoyring, tá børn byrja í barnagarðsstovu í Sóljugarði.

 

Innkoyringin verður løgd nøkurlunda soleiðistilrættis:

 

Fyrsta vikan:

·       1. Dagin eru foreldur og barná vitjan í ein tíma fyrrapartin.

 

·       2. Dagin er barnið á vitjan ítveir tímar, so barnið fær roynt at vera uttan foreldur á stovuni.

 

·        3. Og 4. Dagin verður barnið avleverað, hevurmatpakka við og foreldur heinta kl.12.

 

·       5. Dagin Verður sum einvanligur dagur, og barnið skal heintast í seinasta lagi kl. 15.

 

Síðan skulu dagarnir í byrjanini ikki verða ov langir.

 

Svøvnpolitikkur í Sóljugarði

 

Við útgangsstøði í nýggjastu gransking um hvørja ávirkansvøvnur hevur á barnsins menning – bæði likamliga og sálarliga – hava vit tikiðstøðu til okkara svøvnpolitik. Út frá einum fakligum sjónarmiðið, halda vit at børn havarætt til at sova til tey eru úthvíld. Tí vakja vit ikki børn, men tey sleppa atsova til tey vakna.

Tá barnið er á stovni, kann tað samanberast við einarbeiðsdag. Barnið skal fyrihalda seg til nógv ymisk inntrykk, krøv, nógv onnurbørn og fleiri vaksin. Hetta krevur orku og tí hevur barnið tørv á svøvni, sotað kann koma fyri seg aftur og fáa viðgjørt alt tað, sum hendir gjøgnum dagin.

Vit taka útgangsstøði í tørvinum hjá einstaka barninum.Um eitt barn vísir tekin um at tað er troytt, sleppur tað at sova.

Í ávísum tíðarskeiðum kann tað verða tørvur á at lagasvøvnin til, eitt nú tá børn fara frá at sova tvær ferðir til eina ferð umdagin. Ella tá børn eru uml. 3 ár, og ikki hava sama tørv á svøvni. Tá kunnuvit trilla vognin inn, so barnið sleppur at vakna sjálvt. Her er taðtýdningarmikið við einum góðum samskifti millum stovn og foreldur, so vit samankunnu geva barninum góðar svøvnvanar.

Svøvngransking vísir, at tað kann verða skaðiligt fyrimenningina, hjá barninum, um tað verður vakt, tá tað svevur døgurðablund.

 

”At bede dagpasningen om at vække børnene midt i en nødvendig middagslur kan på mange måder sammenlignes med at forældrene bad personalet om, at give barnet halvt så meget mad, som det har brug for. Eller slet ingen.”  Citat Vibeke Manniche (læge, forfatter og debattør).

Barnetsbehov for søvn på et døgn:
1-4 uger: 
15-18timer
1-6 måneder: 14-15 timer
6-12 måneder: 14-15 timer
1-3 år: 12-14 timer
3-6 år: 10-12 timer
7-12 år: 9-11 timer
13-18 år: 8-9 timer

Kilde: Vibeke Manniche/'Børns søvn - din lille sovetryne'

 

Greinar um svøvn:

Læge: Du skal ikke afbryde dit barns middagslur.

http://livsstil.tv2.dk/kropogsundhed/2013-10-01-l%C3%A6ge-du-skal-ikke-afbryde-dit-barns-middagslur

Forskningssygeplejerske: Børn skal sove ad libitum.

http://www.boernogunge.dk/internet/boernogunge.nsf/0/2160067230738297C125768D00372CFC

Bøkur um børn og svøvn:

Børns søvn – din lille sovetryne, af Vibeke Manniche

Børn og søvn, sådan får du dit barn til at sove, af Helene Lyng Hansen.

Nær barnið kann koma aftur á stovn eftir sjúku

Sjúka

Viðgerð

Nær barnið kann koma aftur í barnagarð/vøggustovu

Krím/Beinkrím

Tá barnið er nóg frískt at fylgja einum vanligum degi, og hevur verið fepurfrítt í minsta lagi 24 tímar.

Barnaormur

Heilivágur frá lækna

Tá barnið er sett í viðgerð.

Búkilska og spýggjisjúka

Tá barnið er frískt og skarnið er normalt. Tá talan er um ein virus, 48 tímar aftaná diaré og spýggju.

Lús

Skal í viðgerð

Tá barnið er sett í viðgerð.

Skarlaksfepur

Heilivágur frá lækna

48 tímar eftir at viðgerð við heiligvág er byrjað, og eingi sjúkueyðkenni eru.

Skáldkoppar

Tá skorpa er komin á allar blørður og barnið er frískt annars.

Eygnabruni

Heilivágur frá lækna

Eftir minst 48 tímar í viðgerð og eyðkennini eru burtur.

Barnasár

Heilivágur frá lækna

Tá barnið er sett í viðgerð, sárini lekt og skorpurnar eru dotnar av.

Skrubb

Heilivágur frá lækna til alla famlijuna í húsinum

12 tímar eftir at barnið og familjan eru sett í viðgerð.

Tá børn verða rakt av hjúnarskilnað

Ein vegleiðing tilforeldur.

Sum ein partur av okkara sorgarætlan, hava vit gjørt eina vegleiðing til foreldur, um hvat er skilagott at taka atlit til, tá børn verða rakt av hjúnarskilnað. Her vísa vit til mannagongdir á stovninum, tá talan er um hjúnarskilnað hjá børnum, sum ganga í Sóljugarði. Soleiðis, at vit saman, kunna hjálpa barninum gjøgnum kreppuna, á besta hátt.

Hvussu hjálpa og stuðla vit barninum – og hvussu hjálpa vit foreldrunum við at handfara støðuna hjá barninum.

Tað er ymiskt,hvussu foreldur reagera i einum hjúnarskilnað. Tað kann vera torført hjá foreldrum, sum sjálvi eru í djúpari kreppu, at hava orku til at handfara støðuna hjá barninum á ein skynsaman hátt. Tað kann vera torført hjá foreldrum, at tosa saman, um hvussu tey hjálpa barninum. Og her kunna koma trupulleikar, sum koma at merkjast á stovninum.

Í øllum føri, vilja vit hjálpa og stuðla foreldrunum, soleiðis at barnið kemur ígjøgnum hjúnarskilnaðin á besta hátt. Vit vilja fegin tosa við foreldrini um, hvussu barnið er ávirkað av hjúnarskilnaðinum. Vit taka støði í at barnið hevur tvey foreldur, og vilja ikki gerast partur av tvídrátti, ið er millum foreldur. Tó skulu vit taka atlit til lóggávuna á økinum. Td. hvussu foreldramynduleikin er.

Tað er heilt vist, at barnið merkir allar broytingar, tí er tað týdningarmikið at foreldrini fortelja barninum, hvat er hent og hvat fer at henda. Barnið kann skjótt kenna skyld, tí hevur tað stóran týdning, at foreldur geva sær góða tíð til atforklára, at barnið onga skyld hevur í hjúnaðarskilnaðinum.

Um tit hava tørv á eini samrøðu, siga tit okkum frá, annars taka vit stig til eina samrøðu, um vit halda at tørvur er á tí. Undir samrøðuni koma bæði  foreldrini til orðana og fokus verur barnið og trivnaðurin hjá barninum. Um tit ynskja tað, kunna tit koma til samrøðu, hvør sær.

Tað er ein felags ábyrgd, hjá foreldrum og starvsfólkum í Sóljugarði, at skapa tryggar karmar hjá børnunum. Tí er tað av stórum týdningi, at starvsfólkini, sum eru um barnið, eru vitandi um tykkara støðu, og at bæði foreldur og starvsfólk kunna hvønn annan, um barnið vísir eitt hvørt tekin um mistrivnað, ella um barnið broytiratburð. Tí er tað týdningarmikið, at tit kunna okkum um broytingar s.s. nýtt íhjúnarskilnaðinum, ella rundan um foreldramynduleikan, samskifti millumforeldrini, avtalur um heintan av barninum, skiftisdagar hjá barninum, nýggjar familjurelatiónir o.s. fr. So barnið kann kenna seg trygt.

Tað er av stórumtýdningi at tit:

·        Skapa tryggleika, javnvág og fastar vanar fyri barnið.

·        Tosa við barnið.

·        Taka ábyrgd av hjúnarskilnaðinum, siga barninum, at tað er tykkara felags ábyrgd, so  barnið verður frítikið fyri skyld og ábyrgd.

·        Ikki lata barnið hoyra tykkum skeldas,t ella gera barnið til part í tvístøðum, tykkara ímillum.

·        Ikki lata barnið velja, hvar tað skal búgva.

·        Lata barnið framhaldandi hava tilknýti til bæði foreldrini.

·        Vita, at barnið kann hava tørv á, at tosa við sálarfrøðing.

·        Halda avtalur.

 

Her í Sóljugarði, kunna vit  m.a. syrgja fyri at:

·        Gera rammurnar eyka tryggar í eini broytingartíð.

·        Knýta eitt ávíst starvsfólk til barnið, sum gevur tí serligan ans og stuðul.

·        Hjálpa barninum, við at kunna hini børnini í bólkinum.

·        Rúma, viðurkenna og tosa við barnið um kenslur sínar.

·        Bæði foreldur fáa innbjóðingar til tiltøk, foreldraviðtalur, ella annað á stovninum.

·        Foreldur fáa bjóða hvør sína foreldraviðtalu, í samráð við foreldrið, sum hevur foreldramynduleikan.

Nøkur børn vísa ein atburð heima, og ein heilt øðrvísi atburð á stovninum. Tað er heilt natúrligt. Út frá tykkara eygleiðingum, heiman frá, og okkara eygleiðingum á stovninum, kunna vit finna út av , hvussu barnið hevur tað og hvussu vit, á besta hátt, kunna stuðla barninum gjøgnum kreppuna.

Tekin uppá mistrivna, ella  bara ein reaktión hjá barnagarðsbarninum, kann vera:

·        Seinkað menning.

·        Psykosomatisk tekin, td. Ilt íhøvdinum, búkpína.

·        Søkir tvístøður.

·        Vreiði, angist, trist.

·        Barnið ber seg øðrvísi at, enn tað vanliga ger.

·        Svevur illa um náttina.

·        Hevur lætt til grát.

·        Verður ótrygt.

·        Vísir sorg.

·        Vísir sakn.

·        Verður grenjut og kontaktsøkjandi.

·        Hyperaktivitetur ella passivitetur.

·        Trupulleikar í samspælinum við hini børnini.

·        Tekur ábyrgdina av hjúnarskilnaðinum og átekur sær eisini viðhvørt ábyrgdina fyri, at leiða tykkum saman aftur.

 

Leinkjur, sum kunna vera til hjálp:

·        https://bornsvilkar.dk

 

·        https://stm.dk

 

Sorgarætlan

 Um foreldur, ella systkin, hjá børnum ástovninum doyggja:

NÚ:

·        Leiðarin hevur ábyrgd fyri atfáa tær røttu upplýsingarnar, frá teimum avvarðandi, og ger avtalu um, hvussuforeldur og børn verða kunnaði um støðuna.

·        Leiðarin syrgir fyri, samanvið sorgarbólkinum, at øll starvsfólkini, á stovini, fáa somu boð um tað, ið erhent.

·        Hereftir verða øll hinistarvsfólkini á stovninum kunnaði um tað, ið er hent. Eisini tey, sum ikki eruá stovninum.

·        Er tað neyðugt, kemuravloysari inn á stovuna.

·        Møguliga leggja stovur saman.

·        Eitt av starvsfólkunum tekursær av samskiftinum við familjuna.

·        Tvey starvsfólk kunnaforeldur, við at ringja, við skrivi ella muntliga. Alt eftir umstøðunum og ísamráð við tey avarandi.

 

Teirnæstu dagarnar:

·        Sorgarbólkurin og starvsfólkiniá stovuni hava ein fund, har tey fyrireika seg til at taka ímóti barninum, tátað kemur á stovn aftur.

·        Starvsfólkini á stovuni sigabørnunum hvat er hent. Eisini er týdningarmikið, at starvsfólkini eru klár, attaka ímóti spurningum, frá børnunum, bæði nú og í tíðini, ið kemur.

·        Til jarðaferðina verður send ein heilsan frá stovninum. Leiðarin og umboð frá stovuni eru við tiljarðaferðina.

·        Møguliga steingja stovnin, tájarðarferðin er, ella vit vísa okkara stuðul til familjuna, við at hava stovnin opnan, fyri børnini hjá teimum avvarandi og øðrum, sum eru tætt uppá familjuna,meðan jarðarferðin er.

·        Sorgarbólkurin ger eitt skriv,sum starvsfólkini geva foreldrunum.

 

Komandi tíðina:

·        Sorgarbólkurin ogstarvsfólkini á stovuni møtast einaferð um mánaðin, tað komandi árið. Herverður tosað um støðuna og um hvussu tað gongur.

·        Tað er týdningarmikið, at ikkigloyma tann deyða. Neyðugt er framvegis at tosa saman og vera fyrireikað tilspurningar.

·        Barnið hevur einkontaktpersón, sum fylgir við hvussu barnið hevur tað og er har fyri barnið.

·        Týdningarmikið er eisini, atvera varug við tey tekin, barnið sendir.

·        Umráðandi er at hava í huga, athini børnini eisini kunnu vera ávirkaði av tí, sum er hent.


 

Um starvsfelagið doyr:

NÚ:

·        Leiðarin hevur ábyrgd fyri atfáa tær røttu upplýsingarnar, frá teimum avvarðandi, og ger avtalu um, hvussuforeldur og børn verða kunnaði um støðuna.

·        Leiðarin syrgir fyri, samanvið sorgarbólkinum, at øll starvsfólkini, á stovninum, fáa somu boð um tað, iðer hent. Eisini tey, sum ikki eru á stovninum.

·        Heitt verður á foreldur um atheinta børn, so skjótt, sum gjørligt.

·        Er neyðugt, kemur avloysariinn.

·        Starvsfólk, sum er tætt knýtt,at tí deyða, fáa frí.

·        Starvsfólk verða boðin við áein fund, seinni um kvøldið. Við krisuhjálp.

 

Teirnæstu dagarnar:

·        Dagin eftir samlastarvsfólkini á hvørjari stovu børnini saman og greiða teimum frá hvat hent er. Tá er sera umráðandi, at vit megna, at rúma øllum teimum kenslum, ið koma fram.

·        Leiðslan og sorgarbólkurin takastøðu til, um tað er neyðugt við serkønari hjálp, so starvsfólkini fáa sett orðá tær kenslur, tey hava.

·        Øll foreldur fáa eitt skriv,har tey verða kunnaði um støðuna. Lagt verður upp til at tey tosa opið viðbørnini, um tað, sum er hent.

·        Umráðandi er, at starvsfólkinistuðla hvørjum øðrum.

·        Fyrstu dagarnar eftirhendingina kunnu starvsfólkini avlasta hvønn annan, um tørvur er á tí.

·        Týdningarmikið er, at samlabørnini fyri at seta orð á tað, sum er hent, og tær kenslur, ið fylgja við.

·        Lagt verður upp til at børninisjálvi kunnu senda eina seinastu heilsan. Gera eina tekning, heinta blomsturo.s.fr.

·        Til jarðaferðina verður sendein heilsan frá stovninum. Leiðarin og tey starvsfólk, sum ynskja tað, eru viðtil jarðaferðina.

·        Møguliga steingja stovnin, tájarðarferðin er, ella vit vísa okkara stuðul til familjuna, við at hava stovninopnan, fyri børnini hjá teimum avvarandi og øðrum, sum eru tætt uppá familjuna,meðan jarðarferðin er.

Komandi tíðina:

·        Sorgarbólkurin ,starvsfólkiniá stovuni og møguliga onnur starvsfólk møtast einaferð um mánaðin, tað komandiárið. Her verður tosað um støðuna og um hvussu tað gongur.

·        Tað er týdningarmikið, at ikkigloyma tann deyða. Neyðugt er framvegis at tosa saman og vera fyrireikað tilspurningar.


 

Um barn á stovninum doyr:

Nú:

Leiðarin hevur ábyrgd fyri at fáa tær røttuupplýsingarnar, frá teimum avvarðandi, og ger avtalu um, hvussu foreldur ogbørn verða kunnaði um støðuna.

·        Leiðarin syrgir fyri, samanvið sorgarbólkinum, at øll starvsfólkini, á stovuni, fáa somu boð um tað, ið erhent.

·        Hereftir verða øll hini starvsfólkiniá stovninum kunnaði um tað, ið er hent. Eisini tey, sum ikki eru á stovninum.

·        Leiðarin og ein frá stovuni vitjaforeldrini.

·        Sorgarbólkurin ger, í samráð,við avvarandi, eitt skriv til øll foreldrini, ið tey fáa heim við, tá børniniverða avheintaði. Í skrivinum kunna vit foreldrini um støðuna, og ráða teimumtil at tosa opið við børnini, um tað, ið er hent. Seinni um kvøldið verða øll foreldriniboðin við til ein fund, saman við starvsfólkunum.

·        Á hvørjari stovu, samlastarvsfólkini børnini saman og greiða frá, hvat ið er hent. Tá er seraumráðandi, at vit megna at rúma øllum teimum kenslum, ið koma fram.

·        Leiðarin hevur samskiftið viðfamiljuna.

·        Um neyðugt, kemur avloysariinn á stovuna.

·        Heitt verður á foreldur um atheinta børn, so skjótt, sum gjørligt.

 

Teirnæstu dagarnar:

·        Leiðarin tilkallar serkønahjálp. So starvsfólk fáa sett orð á tær kenslur, tey hava.

·        Týdningarmikið at stuðlahvørjum øðrum.

·        Umráðandi, at starvsfólk eruvarug við allar tær ymisku reaktiónirnar, ið børnini kunna hava.

·        Týdningarmikið, at samlabørnini, fyri at seta orð á tað, sum hent er, og á tær kenslur, sum fylgja við.

·        Til jarðaferðina verður sendein heilsan frá stovninum.

·        Stovnurin verður stongdur kl.12, tá jarðarferðin er, og um tað er neyðugt,kunna vit vísa okkara stuðul tilfamiljuna, við at hava stovnin opnan, fyri børnini hjá teimum avvarandi ogøðrum, sum eru tætt uppá familjuna, meðan jarðarferðin er.

Komandi tíðina:

·        Sorgarbólkurin ogstarvsfólkini á stovuni møtast einaferð um mánaðin, tað komandi árið. Herverður tosað um støðuna og um hvussu tað gongur.

·        Tað er týdningarmikið, ikki atgloyma tann deyða. Neyðugt er framvegis at tosa saman og vera fyrireikað tilspurningar.

·        Týdningarmikið er eisini atverða varug við tey tekin, børnini senda.

 

Familja og avvarandi doyggja:

Nú:

·        Leiðarin hevur ábyrgd fyri atfáa tær røttu upplýsingarnar, trá teimum avvarðandi.

·        Hereftir verða øllstarvsfólkini á stovninum kunnaði um tað, ið er hent.

Teir næstu dagarnar:

·        Stovnurin sendir eina heilsantil jarðaferðina.

·        Avarandi eru fólk, sum ein ertætt knýttur til.