Námsfrøðilig mál

Persónligir førleikarSosialir førleikarMál og samskiftiHeilsa og rørslaSkapandi evniNáttúra og umhvørviSiðir og mentan

Yvirskipað mál fyri hvørt menningarøki

Persónligir førleikar - Barnið sum serstakt menninskja

Vit vilja virka fyri:

At børnini í Sóljugarði skulu tora, megna og vilja lívið.
At tey hava eitt sjálvvirði, sum ger at tey kunnu vera partur í einum samstarvið við øðrum.
At  tey hava gætur eftir øðrum og ansa eftir hvørjum øðrum.


Tað er tumráðandi, at børnini verða viðurkend við øllum sínum kenslum og gerðum.
Tað er týdningarmikið at børnini læra at verða sjálvhjálpin og sjálvstøðug.
Børnini skulu uppliva, at tey hava ávirkan á egið lív og hava rætt til at siga sína hugsan, men ábyrgdin fyri relasjónini liggur altíð hjá okkum vaksnu.

Hetta vilja vit gera við at:

0-2 ár

Vit vísa hvørjum einstøkum barni, at vit síggja, hoyra og skilja tað. Siga góðan morgun, nevna børnini við navni. Hvørt barn hevur eina familju-myndabók, sum vit javnan hyggja í saman. Tá børnini byrja í Sóljugarði, fáa tey eitt Sporkuffert, har vit samla nøkur av sporum teirra, sum fortelja eina søgu um tey. Sporkuffertið fylgir teimum á ferðini gjøgnum Sóljugarð. Vit arbeiða við Spornámsfrøði, tvs. taka støði í áhuganum, forvitninum og umdranini hjá børnunum. Vit tosa blídliga og, geva eisini børnunum gætur, tá tað gongur væl. Vit stuðla børnunum í at loysa ósemjur á ein jaligan hátt. Vísa, hvussu tey heldur kundi gjørt, tá tey gera eitthvørt óhóskandi. Vit seta orð á kenslur, eru týðilig í tí, sum vit vilja og gera. Vit arbeiða við "Start". Vit geva børnunum møguleika til at gera sær egnar royndir. Vit geva okkum tíð til at stuðla teimum í sjálvi at lata seg í klæði, seta á borðið, skeinkja, eta, drekka, klúgva upp og niður av stólinum, skiftiborðinum, vogninum osv. Vit eggja teimum til at rudda eftir sær. Vit arbeiða við íblástri frá ástøðinum hjá Lisu Ahlman um sjálvjargni.

3-4 ár

Vit loyva børnunum at menna teirra sjálvbjargni td. ráða tey sjálvi yvir teirra matpakka, og tá vit hava "kalt borð" smyrja tey sær sjálvi breyð. Vit hjálpa børnunum at seta orð á, vegna seg sjálvi, m.a. við  at siga til og frá viðvíkjandi egnum mørkum, og tá tey koma í ósemjur. Vit arbeiða við íblástri frá ástøðinum hjá Annette Prehn (Hjernesmart) um at stuðla børnunum í at vera í ymiskum kenslum og í hvussu tey kunnu koma víðari. Vit tosa um, hvar vit búgva og ganga túrar fram við húsinum hjá børnunum. Vit stuðla teimum í at hava bindindi, geva teimum møguleika fyri at traðka fram og fyri sjálvi at meta um, hvat er hóskandi í ymiskum støðum (samábyrgd). Vit arbeiða við at fyribyrgja happing, m.a. brúka vit "Betri Vinir".

5-7 ár

Vit arbeiða við “stig fyri stig”, við teimum 6-7 ára gomlu. Vit eggja børnunum til at taka avgerðir út frá egnum tørvi, kenslum, áskoðan og áhuga og til at grundgeva. T.d. við at stuðla børnunum í, at tað er í lagi at hava eina øðrvísi hugsan enn hini hava. Vit stuðla børnunum í teirra sjálvbjargni, td. við reinføri og til at taka ábyrgd av egnum tingum. Eisini stuðla vit teimum í at taka ímóti, skilja og fylgja felags boðum.

Hvønn týdning hevur hetta fyri barnið:

Hetta styrkir sjálvkensluna, sjálvsálitið, sjálvvirðið, sjálvbjargnið og samleikan hjá barninum. Barnið fær bygt eina fatan av sær sjálvum og umheiminum. Barnið kennir seg sum nakað serligt og upplivir, at tað er OK at vera soleiðis, sum eg eri.

Sosialir førleikar - barnið sum partur av felagsskapinum

Vit vilja, at børnini í Sóljugarði skulu kenna seg sum serstøk og sum ein part av tí góða felagsskapinum.

Fyri at børnini kunnu menna góðar sosialar førleikar, er tað umráðandi, at geva teimum nógvar og fjølbroyttar møguleikar at samstarva.

Børnini skulu hava møguleika at luttaka í virksemi, sum hevur týdning fyri tey.

Tað er týdningarmikið at børnini verða stuðlað í sínum samskifti, spæli, í at knýta vinarbond og í at hjálpa hvørjum øðrum.

Tað er umráðandi at børnini uppliva, at rúm er fyri, at tey eru ymisk. At tey kenna síni egnu mørk og virða mørkini hjá hinum.

Umráðandi er, at vit vaksnu hava eina støðutilvitan, eru tøk, nærverandi og kveikjandi, soleiðis at børnini fáa møguleika at mennast í spælinum, tí tað er í samband við onnur, bæði børn og vaksin, at menningin fer fram.

Hetta vilja vit gera við at:

0-2 ár

Vit taka væl ímóti børnunum, øll verða møtt við einum smíli og "góðan morgun". Vit geva børnunum felags upplivingar. Vit sita saman við borðið, meðan vit eta. Vit seta okkum niður á gólvið saman við børnunum og t.d. spæla, syngja og siga frá søgum. Vit stuðla teimum í at spæla við hini børnini og við samskiftinum. Vit seta orð á, tá ið onkur fær ilt, grætur, flennir o.s.fr. Vit brúka tilfarið "Betri Vinir".

3-4 ár

Vit eru tilvitað um vinarløg. Vit stuðla børnunum í spæli teirra og skapa umstøður, soleiðis at børnini kunnu spæla spøl, har tey hava ymiskar leiklutir. Vit hava samling, har vit tosa um ymiskt, og børnini hava møguleika fyri at koma við tí, sum tey hava upp á hjarta. Vit hava eina felags sangløtu fyri øll børnini í Sóljugarði. Vit læra børnini eisini at “hoyra” mótpartin í ósemjum. Vit gera ymiskt saman, í smærri og størri bólkum, inni og úti. Vit arbeiða við at fyribyrgja happing.

5-7 ár

Vit geva børnunum møguleika fyri at spæla spøl við reglum. Stuðla teimum í at fylgja ávísum reglum og teimum treytum, sum verða kravdar av  teimum. T.d. at vinna ella tapa. Vit stuðla børnunum í at taka ábyrgd fyri sær sjálvum og sínum gerðum. T.d. sjálvi at loysa ósemjur. Vit arbeiða við “Stig fyri stig”.

Hvønn týdning hevur hetta fyri barnið:

Barnið lærir sosialar spælireglur – At bíða eftir tørni, at laga seg eftir øðrum, at samstarva. Lærir at tulka reglur fyri samskifti, at loysa tvístøður og at samráðast. Lærir at knýta vinarbond. Barnið lærir empati – at seta seg inn í støðuna hjá einum øðrum. At avlesa andlitsbrá og kropsmál og at lurta eftir øðrum. Barnið lærir at møta teimum avbjóðingum, sum liggja fyri framman í lívinum. Barnið fær eina kenslu av at hoyra til. Sosialur førleiki er at vera virkin og at at taka ábyrgd saman við øðrum. Góður sosialur førleiki er grundarlagið undir einum innihaldsríkum og góðum lívi hjá tí einstaka.

Mál og samskifti - samskiftandi barnið

Vit vilja, at børnini í Sóljugarði skulu uppliva eitt mennandi fjølbroytt málsligt umhvørvi, har tey hava møguleika fyri at mennast málsliga, økja um orðatilfeingið og læra at samskifta á ein hóskandi hátt.

Tað er týdningarmikið at vit vaksnu eru góðar fyrimyndir, at vit taka okkum tíð til børnini, soleiðis at tey kenna seg hoyrd, skilt og viðurkend.

Hetta vilja vit gera við at:

0-2 ár

Vit práta nógv við børnini og stuðla teimum í at práta sínámillum. Eitt nú, tá ið vit skifta børnunum ella sita saman um borðið. Vit seta orð á kropsmálið hjá børnunum. Vit geva okkum stundir til at lurta eftir, hvat tey sigua og endurtaka tað fyri at tryggja okkum, at vit hava skilt tey rætt. Vit nýta stuttar setningar, men tosa ikki "babymál". Vit stimbra forvitnið, lurta eftir, hvat hini siga, lurta eftir regninum, bilunum, sum súsa framvið, hurðini sum fer upp osv. Vit hyggja í myndabøkur og tosa um tað, vit síggja, vit syngja sangir, sum børnini kenna. Tá vit hoppa í pútirúminum seta vit orð á hugtøk s.s. upp, niður, aftanfyri o.s.fr. Vit seta orð á vanlig gerandis ting, t.d tá vit lata í, at nú fer armurin í ermina, koyr fótin í skógvin o.s.fr.

3-4 ár

Vit hjálpa børnunum at seta orð á í teimum ymisku støðunum, tey koma sær í. Vit samtala, syngja, siga rím og ramsur, lesa bøkur, siga frá søgum o.s.fr. Vit læra børnini, at skiftast um at tosa og lurta. Vit nýta TRAS fyri at fylgja við málmenningini hjá hvørjum einstøkum barni.

5-7 ár

Vit menna tilvitanina um árstíðir, veður, vikudagar, formar, bókstavir, orð og tøl. td. nýta vit málspøl, stavilsiskríggj, hoyrispøl, øvugt orð, spæliskriving og spurningar um almenna vitan. Vit hava søgulesna, har børnini skiftast til at hava eina bók við, sum teimum dámar væl. Vit tosa um upplivingar og hjálpa barninum at seta orð á tað, sum er farið fram.

Hvønn týdning hevur hetta fyri barnið:

Málið er partur av okkara samleika, sjálvsfatan og mentan. Tá ið barnið lærir at nýta málið, kann tað betur greiða frá  hugsan, kenslum, tørvi og hugskotum sínum. Soleiðis kann barnið loysa ósemjur og siga til og frá.

Heilsa og rørsla - virkna og sunna barnið

Vit vilja, at børnini í Sóljugarði skulu uppliva eitt fjølbroytt rørsluligt umhvørvi, har tey hava møguleika fyri at røra seg á ymiskan hátt, fáa stimbrað sansirnar - húðasansin, tyngdarsansin og vødda-liðsansin - , verða styrkt motoriskt og uppliva gleði við at røra seg.

Tað er týdningarmikið, at børnini verða stuðlað í at verða tilvitað um kroppin og týdningin av heilsu og vælveru. Tí vilja vit eisini gera børnini tilvitað um matin, vit eta og læra tey reinføri.

Hetta vilja vit gera við at:

0-2 ár

Vit geva børnunum møguleika fyri rørsluligum avbjóðingum inni sum úti. Inni er rørsla hugsað inn í virksemi, td. at fara upp og niður av einum stóli, dekka borð og skifta klæðir. Vit brúka eisini púturúmini, gongina og “Nullið”. Hvønn dag bólta vit rút og mala runt við øllum børnunum. Eisini lata vit børnini ganga berføtt og við berum beinum inni. Eina ferð um vikuna hava vit rørsluløtu í "Nullinum", har vit m.a. hava stóra madrassu, rimar, klatrivegg, heingikoyggju og rullubretti.  Vit syngja rørslusangir, dansa, byggja breytir, har vit venja javnvág, spæla bóltspøl o.a. Úti í garðinum reiggja vit, spæla í sandinum, súkkla, klatra, hoppa í hyljar, spæla í ánni, rulla á bønum, skreiða og renna brekkur. Onkuntíð sleppa børnini at ganga berføtt úti í garðinum. Vit ganga stuttar túrar í bygdini, sum børnini megna. Oman á sand, út á trøð o.s.fr. Vit merkja vindin, regnið og sólina. Vit bjóða børnunum fótabað og massagu. Vit vaska okkum um hendurnar, áðrenn vit eta. Vit eta heilsugóðan kost. Frukt fyrrapart, matpakkar, og seinnapart fáa vit millummála frá stovninum.

3-4 ár

Vit fara túrar, út á trøð, ganga á grótkastinum, í haganum á ójøvnum lendi, klatra uppá steinar og hamrar. Vit spæla í ánni. Vit sparka bólt og spæla ymisk sansamotorisk spøl. Eina ferð um árið skipa vit fyri ítróttardegi. Vit gera børnini tilvitað um persónligt reinføri.

5-7 ár

Vit fara longri túrar. Hava ymisk mál, td. niðan á Reynabrúgv og Húsafelli. Vit ganga inn og heim aftur, tá vit fara í høllina á Giljanesi, har virksemið er skipað við fjølbroyttum rørsluspølum. Vit stuðla børnunum í at kenna sín egna kropp og tørv. T.d. eri eg mettur/svangur, kaldur/heitur o.s.fr. Vit gera børnini tilvitað um heilsugóðan kost.

Hvønn týdning hevur hetta fyri barnið:

Barnið lærir umheimin at kenna gjøgnum kropsligar rørslur og sansir. Við at styrkja sansir,  vøddar og samskipanina, verður barnið tilvitað um kroppin á sær, styrki sína og møguleikar. At kasta/lofta, at renna/steðga, heitt/kalt, turt/vátt. Kropslig rørsla styrkir eisini  sjálvsálit, innlæringarevni og bindindi hjá barninum. Samspælið millum sansirnar, heilan og kroppin, er altavgerandi fyri, hvussu barnið menninst rørsluliga, málsliga, sosialt, kognitivt og ikki minst hevur tað stóran týdning fyri trivnaðin hjá barninum. Harumframt økir tað um lívsdygdina og gerandisdagurin, hjá barninum verður lættari. Heilsugóður kostur er við til at økja um vælveruna.

Skapandi evni - Skapandi barnið

Vit vilja, at børnini í Sóljugarði skulu verða stuðlað  í at nýta hugflogið til at úttrykkja seg á ymiskan hátt, eitt nú í sangi, dansi, spæli og við ymiskum tilfari, t.d. máling, litblýantum, pappíri, saksi og modulervoksi.

Tað er týdningarmikið at børnini sjálvi fáa møguleika at royna seg, og at tey hava atgongd til ymiskt tilfar. Og at tað eru starvsfólk, sum við eldhuga, leggja teimum lag á.

Hetta vilja vit gera við at:

0-2 ár

Vit skapa umstøður, har barnið kann steðga á og savna seg um eitthvørt. Hava leikur í barnahædd. Geva javnan barninum møguleika fyri at arbeiða við modulerivoksi, gandadeiggi, eplamjøli, runu, sandi, klippa, mála o.s.fr. Arbeiða í smáum bólkum og taka støði í áhuganum hjá barninum. Prýða stovurnar við við tí, sum børnini hava skapað.

3-4 ár

Vit hava tilfar frammi, sum eggjar barninum til at nýta hugflogið. Vit draga perlur uppá snór, tekna, klippa og líma, byggja lego. Vit spæla sjónleik. Barnið hevur møguleika til at klæða seg í ymisk klæðir. Tá ið vit mála, lærir barnið um litir og litsamansetingar. Vit hava sangløtu eina ferð um vikuna, har stovurnar skiftast um at skipa fyri.  Í jólamánaðinum hava vit skapandi verkstøð, har børnini kunnu vitja tey ymisku verkstøðini á stovunum.

5-7 ár

Vit fara til Norðurlandahúsið eina ferð um árið. Vit nýta tilfarð úr náttúruni, sum vit skapa til ymiskt. Td. mála steinar úr ánnið, skapa ymiskt við bløðum og blómum. Blómur verða umtalaðar og turkaðar osv. Vit virða tað, ið børnini sjálv skapa við sínum egna hugflogi. Tosa við børnini um tað, sum tey hava gjørt. Síðani prýða vit stovuna við tí, ella tey velja at leggja tað í sína egnu mappu ella skuffu.

Hvønn týdning hevur hetta fyri barnið:

Barnið fær nakrar sansaligar upplivingar, sum eisini menna fínrørslurnar. Barnið mennir síni skapandi evni, lærir at síggja møguleikar og at lata ymiskar kenslur og hugløg koma til sjóndar. Tá ið barnið upplivir verk sítt verða virðismett, styrkir tað sjálvvirði og sjálvsálitið hjá barninum.

Náttúra og umhvørvi - Barnið sum partur av náttúruni

Vit vilja at børnini í Sóljugarði kenna gleði við at vera úti í náttúruni og vísa virðing  fyri náttúru og umhvørvi. Tey skulu duga at brúka náttúruna til at spæla í, at sansa í og til at royna seg kropsliga.

Tað er týdningarmikið, at børnini kenna á teimum vaksnu, at tey vísa gleði, áhuga og ábyrgd fyri náttúru og umhvørvi í gerandisdegnum.

Vit eru úti hvønn dag.

Hetta vilja vit gera við at:

0-2 ár

Vit ganga túrar í smærri bólkum, har barnið fær tíð til hugdýping. Steðga á og undrast. Vit ganga í nærumhvørvinum, fram við ánnið. Kasta steinar í ánna, vitja hønur og onnur djór, vit møta, Vit spæla í Viðalundini, á vøllinum og niðri á sandinum. Onkuntíð hava vit posar við til at samla skrell í. Vit gera eitt sindur burtur úr ymisku árstíðunum, td. heinta blómur um summarið, um heystið skapa vit ymiskt burtur úr bløðum, sansa kava um veturin, síggja smálomb um várið osv. ì garðinum spæla vit nógv ánni. Vatnið kann brúkast til nógv, td. at gera runukakur og kakao. Vit undrast saman við barninum og tosa um tað, sum vit síggja og uppliva.

3-4 ár

Vit læra barnið at ansa eftir náttúruni, vit taka upp eftir okkum. Vit gera barnið tivitað um árstíðirnar. Tosa um, hvat vit lata okkum í o.s.fr. Vit skreiða í kavanum, renna eftir aldunum, rópa eftir Nósa, finna spennandi ting niðri á sandinum. Vit royna at fanga áhugan hjá barninum fyri náttúruni og umhvørvinum. T.d. hava vit eplaveltu og rabarbugarð. Vit fara niðan í rættina, tá ið seyðurin kemur í rætt.

5-7 ár

Sum vaksin eru vit fyrimyndir á øllum økjum, og náttúra og umhvørvi er onki undantak. Vit leggja í børnini, at tey skulu vera góð og røkin, tá tað kemur til náttúruna. Vit taka m.a. rusk upp, tá vit síggja tað, og einki rusk skal sleppast út í náttúruna. Vit royna at vísa teimum á allar "Perlurnar", í nærumhvørvinum. Td. norður á Giljatrøðna og út á Trøð, niðan á Reynabrúgv og oman á sand.

Hvønn týdning hevur hetta fyri barnið:

Náttúran, har barnið vaks upp, er ein partur av samleikanum hjá barninum. Tí er tað neyðugt hjá barninum at kenna ta føroysku náttúruna. Í náttúruni fær barnið kropsligar avbjóðingar og sansaupplivingar, sum styrkja likam og kenslur. Samstundis lærir barnið um djóralív, smákykt, blómur, ber og aldur og at hava virðing fyri tí, sum er í náttúruni.

Siðir og mentan - Barnið sum partur av einari mentan

Vit vilja, at børnini í Sóljugarði skulu læra um føroyskar siðir og mentan. Herundir eisini um stovnsmentanina í Sóljugarði, t.d. borðsiðir, málmentan og sosiala mentan. Høgtíðir og føroyskar merkisdagar. Og læra um aðrar mentanir.

Hetta vilja vit gera við at:

0-2 ár

Vit eru góðar fyrimyndir, vísa góðan fólkasið. Siga góðan morgun, hey og bei bei. Vísa børnunum góðan borðsið, sita við borðið meðan vit eta, skapa eitt hugnaligt umhvørvi, har vit práta saman í barnahædd. Vit vísa áhuga fyri tí føroysku mentanini, høgtíðum og merkisdøgum.  Vit syngja føroyskar sangir og lesa føroyskar bøkur. Vit syngja føðingardagssang fyri børnunum, sláa tunnu á føstulávint, og í desember jólast vit saman við børnum og foreldrum. Vit halda føðingardagin hjá Sóljugarði og eina ferð um árið hava vit ein abba- og ommudag.

3-4 ár

Vit læra børnini at samtala á ein hóskandi hátt. Skiftast til at tosa og lurta eftir hvørjum øðrum. Vit tosa við børnini um ymiskar merkis- og hátíðardagar, eitt nú grækarismessu, flaggdagin, páskirnar, og vit arbeiða við ymiskum evnum, sum er tengt at tí føroysku mentanini. T.d. tjøldrini, Merkið, lombini o.s.fr. Vit gera børnini tilvitað um bygdina og oynna, vit búgva á. Vit fara túrar og vitja tey ymisku støðini og tosa um staðarnøvn. Vit hava givið stovunum nøvn eftir ymiskum staðarnøvnum í bygdini.

5-7 ár

Vit tosa um føstu, grýlur og føstulávint, Grækarismessu, flaggdagin, stevnir, Ólavsøku, grindadráp, eplaveltur, fjallgongu, slakt, haruveiðu osv. Vit gera børnini tilvitaðum aðrar mentanir. Gera túrar av oynni, vitja Listasavnið, Sjósavnið o.s.fr. Vit tosa um onnur lond, hyggja at heimskorti - hvar liggja Føroyar?  Vit tosa um Norðurlond, høvuðsstaðir og tosa um fløgg teirra.

Hvønn týdning hevur hetta fyri barnið:

Tá ið barnið lærir ta føroysku mentanina at kenna og somuleiðis  góðar vanar og siðir, styrkir tað um samleikan hjá barninum. Og barnið lærir at føra seg fram við virðing fyri sær sjálvum og øðrum.

Søgan um hvussu vit eru komin fram til okkara námsfrøðiligu mál

Í 2006 kom ein kunngerð til dagstovnalógina, sum sigur, at “Dagstovnurin eigur at seta orð á, hvørji námsfrøðilig mál eiga at vera nádd fyri hvønn aldursbólk av børnum, og hvussu hetta skal setast í verk”.

Hetta arbeiðið fóru vit undir í  mars 2007. Vit hava nýtt starvsfólkafundir til at gera námsætlanina. Vit halda tað hava stóran týdning, at øll starvsfólkini eru við í hesum arbeiðinum, soleiðis at tey kenna seg sum ein part av okkara námsætlan. Á henda hátt verður námsætlanin eitt amboð, sum verður nýtt í gerandisdegnum á okkara stovni.

Vit hava sent námsfrøðingar á skeið, og vit hava havt serkøn fólk við á okkara starvsfólkafundum. Á starvsfólkafundunum  hava vit arbeitt í bólkum og havt eitt grundleggjandi námsfrøðiligt orðaskifti.

Tað, sum vit hava arbeitt við, er:

Virðisgrundarlag

Nær og hvussu mennast børnini
Hvussu stuðla vit børnunum í menning teirra
Hvat gera vit í gerandisdegnum
Hvat kunnu vit gera
Hvussu er tað, sum vit vanliga gera, knýtt at teimum ymisku menningarøkjunum

Vit vórðu skjótt samd um:

At tær avbjóðingarnar, sum børnini fáa í Sóljugarði, eru mennandi fyri tey.
At tey mennast bæði beinleiðis og óbeinleiðis, tvs. bæði í skipaðum og óskipaðum virksemi.
At okkara leiklutur er týdningarmikil, um børnini støðugt skulu mennast.

Útgreining av grundvirðum okkara:

At vit hava virðing fyri tí einstaka barninum, m.a. við at:
Vit síggja og skilja barnið sum einstakling  og í samspæli við onnur.
Vit eru nærverandi, innlivandi, lurtandi og hava umsorgan.
Vit síggja barnið sum virknan viðspælara í tess egnu menning/læring.
Vit eru tey avbjóðandi og stuðlandi í menningini hjá barninum.
Vit skapa karmar og treytir, sum taka støði í barnsins tørvi.

At vit hava eitt gott foreldrasamstarv, m.a. við at:
Vit hava eitt jaligt samskifti um trivnaðin og menningina hjá barninum.
Vit ráðgeva og vegleiða um menningina hjá barninum.
Vit vísa áhuga fyri lívsstøðuni hjá einstaka barninum.

At vit menna teir sosialu førleikarnar hjá barninum, m.a. við at:
Vit stuðla børnunum í samskifti og spæli teirra .
Vit stuðla børnunum í at knýta vinarbond.
Vit stuðla børnunum í at hjálpa hvørjum øðrum.
Vit geva rúm fyri ymiskleika.
Vit skapa ein gerandisdag, har barnið kennir seg sum ein part av felagsskapinum.

Fyri at vísa á, hvussu hetta virðisgrundarlag er ein partur av gerandisdegnum, hava vit sett nøkur yvirskipað mál fyri hvørt menningarøki sær. Hvat hetta krevur av starvsfólkunum og at enda, hví tað hevur týdning fyri barnið.

Fyri at vísa á, hvussu vit náa málinum, hava vit býtt upp í aldursbólkar. Stutt kunnu vit siga, at sumt er ymiskt fyri hvønn aldursbólkin sær, og sumt er felags.

Í 2015/16 varð orðað eitt felags virðisgrundarlag, fyri dagstovnarnar í Vága kommunu. Hetta arbeiði fór fram á felags starvsfólkafundum fyri alt barnaøkið. Síðan tóku dagstovnaleiðararnir samanum og orðaðu tað endaliga virðisgrundarlagið.

Í 2016 var oðrað ein felags Barna og -læruáskoðan fyri alt barnaøkið í Vága kommunu. Hetta arbeiðið varð orðað av einum arbeiðsbólki, sum varð settur av dagstovnaleiðaranum. Í arbeiðsbólkinum vóru námsfrøðingar frá øllum trimum stovnunum.

Í 2018/19 varð farið undir at eftirmeta tey námsfrøðiligu málini fyri Sóljugarð. Hetta varð gjørt á starvsfólkafundum, har eitt øki varð tikið ísenn og síðan eru tey námsfrøðiligu málini dagførd.

Í 2018/19 varð farið undir eina skipan, sum kallast "jól til Jól". Hetta er eitt samstarv millum dagstovnarnir og skúlan, har eindamálið er at gerva børnunum bestu fortreytir fyri eini góðari skúlabyrjan. Har børnini gerast kend við hvønn annan, við skúlaumhvørvið og lærarar, sum taka ímóti teimum, tá tey byrja í 1. flokki. Á henda hátt fáa vit bygt brýr millum skúlan og stovnarnar í Vága kommunu.

Samaumtikið

Hetta er tað, sum vit hava valt at arbeiða við, og sum vit eftirmeta á hvørjum ári. Eina ferð um árið, hava vit foreldraviðtalur, har tosað verður um trivnaðin og menningina hjá barninum, út frá teimum námsfrøðiligu málunum. Á henda hátt fáa foreldur eisini møguleika fyri at koma við sínum sjónarmiðum, og siga sína hugsan, sum vit kunnu taka við í eftirmetingini av teimum námsfrøðiligu málunum hjá okkum.