24.6.2021

Endaveitsla í Sóljustovu

Týsdagin 22. juni, høvdu vit endaveitslu í Sóljustovu. Tað er við sorgblídni, at vit siga farvæl við hesi fittu børnini, sum nú fara víðari á lívsins leið.

Hetta síðst árið hjá børnunum í barnagarðinum, arbeiða vit við at skapa eina brúgv til skúlan. Hetta er í samstarvi millum dagstovnarnir og skúlan. Endamálið er at geva børnunum bestu fortreytir fyri eini góðari skúlabyrjan. Við hesum samstarvi, ynskja vit at gera børnini kend við hvønn annan, við skúlaumhvørvið og lærarar, sum taka ímóti teimum, tá tey byrja í 1. Flokki.

Tá børnini byrja í 1. flokki, aftaná summarferiuna, vera starvsfólk frá Sóljustovu og Heiðastovu (Miðgarði)inni í skúlanum og taka ímóti teimum. Hetta gera tey fram til Heystferiuna, har tey eru í flokkinum tveir teir fyrstu tímarnar. Fyrstu tíðina hvønn morgun , síðan annan hvønn dag fram til heystferiuna, tá skipanin endar.

Okkara arbeiði í barnagarðinum, hevur verið at leggja dent á, at skapa eitt umhvørvi, har børnini fáa møguleikar, at menna atburð og førleikar, sum ger, at tey kunnu liva og handfara lívsumstøður í framtíðarsamfelagnum, har 1. Flokkur er næsta stigið.

Nú vit siga farvæl, við henda fitta barnaskarða, fara vit at takka fyri tíðina, vit fingu saman og ynskja børnum og foreldrum bestu eydnu.

No items found.

Onnur kunning