Her er eitt lítið úrval av myndum frá degnum. Sum altíð, tá ommur og abbar vitja, var tað ein sera hugnalig løta.
Í Sóljugarði skapa vit karmarnar fyri einum virknum og heilsugóðum felagsskapi, har børn og vaksin trívast.
Fríggjadagin 3. juni, høvdu vit ein væl eydnaðan ítróttardag í Sóljugarði.
Mikudagin og hósdagin 1.og 2. juni, var veðrið við okkum. Júst hesar dagarnar høvdu vit garðdagar í Sóljugarði. Garðurin varð ruddaður, áin vaskað, sandkassin og blómubed lúkað, vøllurin feiaður, kantar hampaðir og blómur plantaðar.