24.6.2021

Sóljugarður 18 ár

15. juni fylti Sóljugarður 18 ár. Av tí at stovnurin var stongdur í síðstu viku, varð føðingardagurin hildin mikudagin. Í ár var dagurin hildin fyri børnum og starvsfólkum í Sóljugarði.

Veðrið henda dagin, var eitt tað frægasta í langa tíð. Turt og næstan ongin vindur. So væl bar til, at hugna sær úti í garðinum, har tað var sungið, dansað og spælt. Í staðin fyri vanliga matpakkan, varð grillað og til millummálan, hevði Kristianna bakað grønakaku. Ein deiligur dagur, sum tit síggja á myndunum.

No items found.

Onnur kunning