Vága kommuna søkir eftir varaleiðara til Sóljugarð, at byrja skjótast gjørligt, ella eftir nærri avtalu. Talan er um eitt fulltíðar farloyvisstarv fram til 1. februar 2024.
Ert tú námsfrøðingur og kundi tú hugsa tær at arbeitt við smáum barnabólkum, so er at senda umsókn til Vága kommunu - umsóknarfreistin er fríggjadagin 30. juni.
15. juni fylla vit 20 ár. Hetta fara vit at hátíðarhalda gjøgnum alla komandi viku.