16.4.2023

Vit søkja eftir námsfrøðingum

Kom og arbeið hjá okkum í Sóljugarði

11-04-2023

Vága kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Sóljugarð.

Um stovnin

Sóljugarður er staðsettur mitt í Sandavágs bygd við sera vakrari náttúru rundanum.

Á stovninum ganga 95 børn. Vit hava 3 vøggustovur, 3 barnagarðsstovur og eina stovu til tey 6 ára gomlu. 32 námsfrøðingar og hjálparfólk arbeiða í Sóljugarði.

Vága kommuna hevur hægstu normering í landinum, og hetta gevur okkum møguleika til at veita ta bestu tænastuna til familjuna í nútíðarsamfelagnum.

Tú verður partur av einum stovni, sum er í støðugari menning og vit vænta, at tú hevur hug at gerast ein virkin partur av tí fakligu menningini.

Vága kommuna er í eini tilgongd at menna eitt dygdargott barnagarðstilboð í  kommununi  og í hesum sambandið er eitt barnagarðstoymi skipað, sum hevur ábyrgd av at framtíðartryggja tænastustøðið, soleiðis at tað verður lættari at vera barn, foreldur og starvsfólk í kommununi.

Til at leiða hesa tilgongd er eitt dygdartoymi sett til at hava fakligu leiðsluna á stovnunum.

Dygdartoymið hevur ábyrgdina av at menna og samskipa eitt dygdargott, lærandi umhvørvi í Sóljugarði og tryggja at tænastur og mannagongdir støðugt dagførast, mennast og verða samskiftar hóskandi á stovninum.

Hetta merkir, at tú kemur ikki at standa einsamallur, men verður stuðla/ður og vegleidd/ur í tínum arbeiði og fakpersónligu menning.

Tú fært ein mentor, sum tryggjar tær eina góða byrjan, har tú fær innlit og vegleiðing um hvussu vit arbeiða í Sóljugarði. Alt hetta fært tú meira kunning um í innleiðsluskeiðnum, sum verður bjóða øllum nýggjum starvsfólkum.

Í Sóljugarði síggja vit tað sum okkara fremstu uppgávu, at skapa eina góða relatión við barnið og familjuna og vit skipa arbeiðið soleiðis, at tað hóskar til tørvin hjá tí einstaka barninum og familjum teirra. Arbeiði byggir á nærveru og tekur støðið í virðisprofilinum og barnaáskoðanini hjá kommununi.

Vit hava niðurskrivað uppgávubýtið millum námsfrøðingar og hjálparfólk, so øll kenna sína uppgávu.

Arbeiði okkara tekur støðið í vitan og námsfrøðiligum tiltøkum, sum vit sjálvi hava ment, og eisini ognartikið uttanífrá. Hesi eru:

Okkara ynski er at gerast ein burðardyggur dagstovnur, ið virðismetir náttúrunnar ringrás.

Vit uppliva, at tað er gott fyri børnini at umgangast og hava umsorgan fyri djórum. Í Sóljugarði hava vit eitt høsnarhús. Hønurnar eta matrestirnar, so vit sleppa undan matoyðsli, og í vár er ætlanin at gera ein kálgarð, so børnini læra hvar ymiskur matur kemur frá og um matoyðsl.

Vit vænta, at tú:

Løn og setanarviðurskifti:

Arbeiðstíðin er vanliga millum kl. 7.00-17.00

Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala

Arbeiðsgevarafelagið.

Námsfrøðingar verða løntir á lønarstig 11-23 og hjálparfólk verða lønt á lønarstig 2-8.

Søk starvið umvegis alfred.fo ella við at senda umsókn saman við prógvum, lívrensl og møguligum viðmælum til Vága kommunu, Hammershaimbsvegur 1, 360 Sandavágur. Ella sum teldupost til vaga@vaga.fo. Viðmerk “Umsókn”. Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 25. apríl kl 12.00.

Verður tú liðug/liðugur í summar ert tú vælkomin at søkja.

Um námsfrøðingar ikki søkja, verða hjálparfólk sett í fyribils starv.

Sí meira á okkara heimasíðum: soljugardur.fo og vaga.fo.

Meira fæst at vita um størvini, við at venda sær til Helenu Skarðenni, leiðara á tlf 794456.


No items found.

Onnur kunning