Felags foreldrafundur – AFTUR ÚTSETT VEGNA CORONUSMITTUNA

Frá:
26.10.2021 19:00
Til:
26.10.2021 21:00

Vegna høga coronutølini, er foreldrafundurin útsettur til 9. november. Góðu foreldur Týsdagin 26. oktober kl 19.00 bjóðar foreldraráðið í Sóljugarði til felags foreldrafund. Skráin til fundin verður hendan: Krossurin verður settur við dyrnar Fyrilestur um foreldrasamstarv við Ugur Kevioglu, ið er útbúgving lærari og ICDP undirvísari og er mentor hjá Barnabata. Ársfrágreiðing frá foreldraráðnum. Avdúka úrslitið frá valinum. Herborg á Mýrini, Birna V.T. Fjallstein og Joan Olsen standa fyri vali á hesum sinni. Ongin teirra stillar upp aftur, og tískil skulu trý nýggj foreldraumboð veljast. Á felags foreldrafundinum skulu hesi foreldraumboðini veljast. Dagstovnalógin sigur soleiðis um foreldraráðið: § 9. Fyri hvønn dagstovn og hvørja dagrøktarskipan, tó ikki sjálvsognarstovnar, skal veljast eitt foreldraráð, sum gevur leiðaranum ráð og vegleiðing. Ráðið skal arbeiða fyri at bøta og styrkja um samstarvið ímillum foreldrini, stovnin og kommununa. Stk. 2. Leiðarin tekur stig til, at eitt ráð verður sett. Stk. 3. Í ráðnum skulu vera 3 – 5 limir, sum verða valdir fyri 2 ár ísenn. Fyri hvønn lim verður ein varalimur valdur. Stk. 4. Ráðið skal vera umboðað av foreldrum sum hava børn á dagstovnunum ella í dagrøktarskipanini. Stk. 5. Kommunan ger viðtøkur fyri virksemi ráðsins. Vit vilja heita á tykkum foreldur at stilla upp. Vinarliga Foreldraráðið í Sóljugarði

Øll tiltøk