Summarfrí

Frá:
8.7.2022 17:00
Til:
8.8.2022 7:30

Dagstovnarnir í Vágum eru í summarfrí í viku 28, 29, 30 og 31. Í ár er tað Sóljugarður, sum hevur opið fyri tey, sum ikki hava summarferiu hetta tíðarskeiðið. Boðast skal frá til leiðaran á stovninum, har barnið gongur, um tørvur er á tilboðnum um summaransing. Hetta skal gerast áðrenn 1. juni, við upplýsingum um nær barnið møtir og nær barnið heldur summarferiu sína.

Øll tiltøk